26. nov 2024
Triði hvør útiseti, sum hevur útbúgving, er útbúgvin innan heilsu og umsorgan

Umleið ein triðingur av teimum, sum hava føroyskt bústaðartilknýti og framvegis búgva uttanlands, og sum í Danmark eru skrásett at hava førleikagevandi útbúgving, hava nomið sær útbúgving innan heilsu og umsorgan.

Hvørt ár flyta hundraðtals ungdómar úr Føroyum — flestu teirra við útbúgving fyri eyga. Í tjúgu ára aldri eru umleið 40 prosent í hvørjum ættarliði av landinum, tá ið flestu eru búsitandi uttanlands. Bara helvtin av hesum flyta heimaftur, tá ið tey gerast eldri. Tað merkir, at fimti hvør í hvørjum ættarliði býr ikki longur í Føroyum. Persónar við føroyskum bústaðartilknýti, sum ikki búgva í Føroyum, verða sostatt fleiri og fleiri. 

Persónarnir við føroyskum bústaðartilknýti, sum framvegis búgva uttanlands og hava førleikagevandi útbúgving skrásetta í Danmark, eru vorðnir 3.600 fleiri í tali síðan aldarskiftið.  

Hetta vísir nýggj hagtalsuppgerð, sum Hagstova Føroya hevur gjørt. Uppgerðin er grundað á dátur úr donsku útbúgvingarskipanini, sum eru fingnar til vega í samstarvi við Danmarks Statistik. Um ein persónur hevur fleiri útbúgvingar, sum hava sama útbúgvingarstig, tá er tað tann nýggjasta útbúgvingargreinin, sum er tald við. Dáturnar fata um tey, sum hava búð í Føroyum, hava  føroyskt p-tal og hava útbúgving sína skrásetta í Danmark.

Triðingur útbúgvin innan heilsu- og umsorganarøkið

Nógvar ymiskar útbúgvingargreinar eru umboðaðar millum førleikagevandi útbúgvingarnar, sum teir umleið 3.600 persónarnir hava lokið. Talvan niðanfyri vísir útbúgvingarnar hjá teimum skiftar á tíggju høvuðsútbúgvingargreinar.

[px-graph-6]

Talvan vísir, at ein lítil triðingur av teimum er útbúgvin innan heilsu- og umsorganarøkið, sum fevnir um eldrarøkt, barnaansing, sjúkrarøkt, læknavísindi, viðgerð og endurvenjing, tannheilsu og sosialt arbeiði. Flestu teirra eru útbúgvin heilsuhjálparar, heilsurøktarar, námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar og læknar.

Næst eftir heilsu- og umsorganarøkið eru flest útbúgvin innan byggifrøði, løgfrøði, sosialt arbeiði og flutningstænastur, sum millum annað fevna um skiparar og skipsførarar.

Talvan niðanfyri vísir tretivu tær vanligastu útbúgvingargreinarnar hjá teimum 3.600 persónunum við føroyskum bústaðartilknýti, sum síðan aldarskiftið eru lagdir afturat teimum, sum búgva uttanlands og hava førleikagevandi útbúgving skrásetta í Danmark.

[px-graph-1]

Flestu útbúgvin á bachelorstigi

Umleið 1.400, ella 40 prosent, av teimum 3.600 hava eina útbúgving á bachelorstigi. Síðani eru nærum líka nógv, sum hava antin yrkis ella -masterútbúgving. 

Ymiskt er, hvørjar útbúgvingargreinar eru vanligast innan fyri hvørt útbúgvingarstig. Til dømis eru námsfrøðingar útbúnir á bachelorstigi, læknar á masterstigi og heilsurøktarar og -hjálparar á yrkisútbúgvingarstigi. 

Myndirnar niðanfyri vísa fimm tær vanligastu útbúgvingargreinarnar innan hvørt útbúgvingarstig hjá teimum 3.600 persónunum.

Fyrsta myndin vísir, at nógv tær flestu yrkisútbúgvingarnar eru í greinini 'Eldrarøkt og røkt av vaksnum, ið bera brek', sum serliga fevnir um heilsurøktarar og -hjálparar. Eisini eru mong við yrkisútbúgving innan skrivstovuarbeiði av ymsum slag.

[px-graph-2]

Á bachelorstigi eru flest útbúgvin í greinini 'Barnaansing og ungdómstilboð', sum serliga fevnir um námsfrøðingar, og síðani í greinini 'Sjúkrarøkt og ljósmøður'.

[px-graph-3]

Best umboðaða útbúgvingargreinin á masterstigi er læknavísindi. Legg til merkis, at greinin 'Tvørfakligar útbúgvingar og førleikar, sum fevna um Kunningar- og samskiftistøkni' serliga fevnir um datalogi og cand. merc. IT, og at greinin 'Handil og fyrisiting, ikki lýst nærri' serliga fevnir um útbúgvingina cand. merc. 

[px-graph-4]

Tey flestu við útbúgving á phd-stigi eru útbúgvin innan læknavísindi. Legg til merkis, at greinin 'Verkfrøði og yrkisgreinar innan verkfrøði, ikki lýst nærri' serliga fevnir um teknisk vísindi, og at greinin 'Náttúruvísindi, støddfrøði og hagfrøði, ikki lýst nærri' serliga fevnir um náttúruvísindi.

[px-graph-5]

Stutt lýsing av uppgerðini

Nýggja uppgerðin vísir hægsta útbúgvingarstig, sum er skrásett í donsku útbúgvingarskipanini fyri persónar, sum við endan av uppgerðarárinum høvdu føroyskt bústaðartilknýti og vóru búsitandi uttanlands. Uppgerðin fevnir um uppgerðarárini frá 1995 til og við 2022.

Ein persónur hevur føroyskt bústaðartilknýti, um hann annaðhvørt hevur búð sjey av tíggju samanhangandi árum ella helvtina av lívinum í Føroyum. Av tí at bústaðartilknýti brúkar bústaðarskrásetingar í tíggju ára tíðarskeiðum, verður bústaðartilknýtið gjørt upp frá 1995. Tá var fyrsta tíggju ára tíðarskeið við álítandi bústaðarskrásetingum lokið, eftir at fólkadátur vórðu tøkar frá Landsfólkayvirlitinum í 1985.

Um ein persónur hevur fleiri útbúgvingar, sum hava sama útbúgvingarstig, tá er tað tann nýggjasta útbúgvingargreinin, sum er tald við.

Uppgerðin tekur støði í dátum úr donsku útbúgvingarskipanini, sum eru fingnar til vega gjøgnum samstarv við Danmarks Statistik. Dáturnar eru tøkar fyri tey, sum hava búð í Føroyum, hava føroyskt p-tal og hava lokið útbúgving í Danmark.

Hendan uppgerðin er fyrsta stigið hjá Hagstovu Føroya móti at gera útbúgvingarhagtøl bæði fyri fólk búsitandi í Føroyum, og fyri fólk við føroyskum bústaðartilknýti búsitandi uttanlands. Næsta stig verður at gera útbúgvingarhagtøl fyri tey, sum eru undir lestri í Danmark. 

PX Web Graph News