Kommunu- og tannlæknar
05. sep 2021
Vitja kommunulæknan hálvafjórðu ferð um árið

Talið av viðtalum hjá kommunulækna í 2020 var stívliga 185-túsund. Tað er gott 11% fleiri enn árið fyri. Av hesum vóru umleið 25-túsund avgreiddar umvegis telefon orsakað av Covid-19 smittuvanda. Knappliga 4-túsund ella 2% av viðtalunum vóru viðtalur hjá fólki við bústaði uttanlands.

Viðtalurnar í kommunulæknaskipanini í 2020 vóru stívliga 11% fleiri enn árið fyri og 46% fleiri enn  fýra ár frammanundan:

  • Í miðal vóru 3,5 viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva í landinum
  • Konufólk vitja kommulæknar oftari enn menn
  • Børn í skúlaaldri vitja kommulæknan minst
  • Fólk yvir 70 ár vitja kommulæknan mest, roknað eftir fólkatalinum
  • Flestu viðtalur í dagtíð vóru í Norðoyggjum og Suðuroy
  • Nógv flestu viðtalur pr. íbúgva vóru í Sandoyarøkinum og fægstu í Suðuroy

Uppgerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi ella sonevndar profylaktiskar viðgerðir, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum.

Upplýsingarnar, ið Hagstova Føroya hevur frá Heilsutrygd, fevna um virksemið árini 2016 – 2020 og lýsa býtið av viðtalum í kommunulæknaskipanini eftir bústaðarøki, vakttíð, aldri og kyni.

Samband við kommunulæknan umvegis telefon ella teldu er heldur ikki roknað við í yvirlitinum.

"

Seta vit talið av viðtalum hjá fólki við bústaði í Føroyum í mun til fólkatalið, svarar tað í 2020 til 3,5 viðtalur fyri hvønn íbúgva í landinum. Í 2019 vóru tær 3,1 fyri hvønn íbúgva. Munur er millum økini í landinum, tá viðtalur verða roknaðar í mun til fólkatalið. Lægst er talið í Suðuroy við 2,9 viðtalum fyri hønn íbúgva, og hægst í Sandoyar økinum við 6,0.  

Tað sæst eisini í talvuni omanfyri, at tað er stórur munur millum bústaðarøkini í broytingini frá 2019 til 2020. Í Sandoyarøkinum vóru viðtalurnar 30% fleiri, og 16% fleiri í Norðoyggjum og 15% í Suðurstreymi. Hinvegin var ein minking í Suðuroy við 2%. Her skal viðmerkjast, at tað hevur stóra ávirkan, at kommunulækni fer úr starvi í einum øki og í staðin koma skiftandi avloysarar, eins og tað øvugta, tá fastir kommunulæknar koma í starv.

"

Nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, svarandi til 95%, fer fram í dagtíð, sum er mánadag til fríggjadag millum kl. 8 og 16. Restin er javnt býtt millum A-vakt, sum í høvuðsheitum er um kvøldarnar, og B-vakt, sum í høvuðsheitum er um næturnar og í vikuskiftinum.

"

Munur er millum høvuðsøkini, tá hugt verður eftir hvussu stórur partur av viðtalunum fer fram í dagtíð og harvið eisini, hvussu stórur partur fer fram uttan fyri dagtíð. Serliga skilja Norðoyggjar og Suðuroy seg burturúr við 99% av viðtalunum í dagtíð, samanborið við t.d. Suðurstreym, har 92% vóru í dagtíð ella umleið 8% uttan fyri dagtíð.

"

Verður hugt eftir viðtalum eftir aldri og kyni, sæst, at 24-túsund fleiri viðtalur eru við konufólk enn við mannfólk. Býtið er 56% av viðtalunum við konufólk og 44% við mannfólk. Upp til 15 ára aldur er javnt býtt millum kynini, men síðan er størri parturin av viðtalunum við konufólk.

"

Verður talið av viðtalum roknað fyri hvønn íbúgva í hvørjum aldursbólki, sæst at fægstu viðtalurnar í 2020 eru hjá børnum í skúlaaldri við 1,6 til 1,7 pr. íbúgva, meðan títtleikin so hækkar líðandi og er størstur við 5,5 til 6,6 viðtalum pr. íbúgva hjá fólki eldri enn 75 ár. 


"