Smásøluvísitøl
26. mar 2024
Sølan av fríðkanarvørum hækkað seinasta árið

Uppgerðin fyri 4. ársfjórðing 2023 vísir m.a., at sølan av fríðkanarvørum hækkaði 10% samanborið við árið fyri. Tá prísvøkstur er drigin frá, er mongdin av seldum fríðkanarvørum hækkað 3%.

Sølan í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørd upp fyri fjórða ársfjórðing í fjør.

Sølan hjá feløgum í vinnugreinini ‘Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur’, er sølan hjá feløgum, ið vit kenna sum matvøruhandlar.

Í ársins prísum hækkaði sølan nærum 4% frá 4. ársfjórðingi 2022 til 4. ársfjórðing í fjør. Um vit draga prísvøksturin frá, so fáa vit virðið fyri umsettu mongdina t.e. mongdina av seldum vørum, kallað 'sølan máld í føstum prísum'. Sølan máld í føstum prísum hjá matvøruhandlum var nærum 2% lægri 4. ársfjórðing í fjør í mun til sama tíðarskeið árið fyri. Tað merkir, at hóast virðið á søluni hækkaði nakað, so er mongdin av seldum vørum minkað 2%.

[px-graph-1]

Ymiskt hvussu sølan hjá handlum við húsarhaldsútgerð hevur hilnast

Verri hevur gingist ‘Serhandlum við jarnvørum, máling og glasi’, sum liggur undir flokkinum ‘Smásøla av húsarhaldsútgerð í serhandlum’. Sølan lækkaði hetta tíðarskeiðið stívliga 6%, og eftir at príshækkingar eru drignar frá, var mongdin av seldum vørum eisini 6% lægri enn árið fyri.

[px-graph-2]

Serhandlar við elektriskum húsarhaldstólum’ er ein onnur vinnugrein undir flokkinum ‘Smásøla av húsarhaldsútgerð í serhandlum’. Her er sølan og mongdin av seldum vørum hækkað smá 5% frá 4. ársjórðingi í 2022 til 4. ársfjórðing í fjør.

[px-graph-3]

Sølan av klæðum stendur í stað

Smásølan við klædnapløggum’ lækkaði 0,5% í virði hetta tíðarskeiðið, meðan selda mongdin stóð í stað í mun til árið fyri.

[px-graph-4]

Sølan av fríðkanarvørum hækkað 

Virðið á søluni hjá ‘smásøla við fríðkanarvørum og vørum til persónliga røkt’ hækkaði 10%, men tá prísvøksturin í tíðarskeiðnum er drigin frá, vísir tað seg, at mongdin av seldum vørum hækkaði stívliga 3%.

[px-graph-5]

Smásøluvísitalið í nýggjum hami 

Sølan hjá handilsfeløgum kom í januar 2024 út í nýggjum hami.  Sølan verður enn sum áður gjørd upp í virði og umroknað til mongdir. Í gomlu uppgerðini vóru tølini býtt upp í vørubólkarnar ‘matur og drykkjuvørur’, ‘klædnavørur og fótbúnaður’ og ‘húsbúnaður og húsarhaldsútgerð’ og feløgini í uppgerðini vóru útvald eftir hvørja vinnugrein tey hoyrdu til eftir NACE Rev. 1 vinnnugreinaflokkingini.

Nýggja smásøluvísitalið er bygt eftir sama leisti sum vísitalið fyri heil- og smásølu hjá Eurostat , ið byggir á tøl frá feløgum útvald eftir vinnugreinaflokkingini NACE Rev. 2. Smásøluvísitalið fevnir um feløg í NACE Rev. 2 deildini ‘G47 Smásøla onnur enn við motorakførum’ og er dagført aftur til 2001.

Í gomlu uppgerðini vóru 3 vørubólkar uppgjørdir. Í nýggju uppgerðini verða 9 vinnugreinar, 4 flokkar uppgjørd og deildin G47 er eisini gjørd upp. Vinnugreinabólkingin NACE er uppbygt í stigum.  

Dømi:

G Heil- og smásøla; umvæling av akførum  - NACE 1. stig, Bólkar

G.47 Smásøla onnur enn við motorakførum - NACE 2. stig, Deildir

G.47.1 Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali - NACE 3. stig, Flokkar

G.47.11 Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur - NACE 4. stig, Vinnugreinar

Gomlu bólkarnir ‘matur og drykkjuvørur’, ‘klædnavørur og fótbúnaður’ og ‘húsbúnaður og húsarhaldsútgerð’ fevna í stóran mun um somu feløg, ið eru í ávikavist ‘G.47.11 Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur’, ‘G.47.7.1 Smásøla við klædnapløggum’, ‘G.47.7.2 Smásøla við fótbúna og leðurvørum’ og ‘G.47.5 Smásøla av húsarhaldsútgerð í serhandlum’.

Orðalýsingar:

  • Ársins prísir (eisini nevnt nominellir prísir) er uppgerð við støði í teimum prísum, ið eru galdandi fyri tað tíðarskeiðið, ið uppgerðin fevnir um.
  • Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
  • Fastir prísir merkir, at uppgerðin er reinsað fyri prísvøkstur. Á henda hátt ber til at meta um gongdina í nøgdini av seldum vørum og tænastum.
  • Trendurin lýsir rákið í máldu tølunum, reinsað fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar
  • Vísital lýsa prosentvísu broytingina frá einum ári til annað við einum støðisári, ið verður sett til 100. Munurin millum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
  • Sølan sigur okkum hvat umsetningurin hjá feløgunum í vørubólkunum er.
PX Web Graph News
Viðm.: Matvøruhandlar