Brúkaraprístal
07. okt 2024
Prísvøksturin er nú 1,7 prosent

Prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt. Prísirnir eru hækkaðir 1,7 prosent frá august í 2023 til august í 2024. Tað er lakasti prísvøkstur í meira enn trý ár.

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri inflatiónina í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri august í ár.

[px-graph-8]

Prísvøksturin hevur verið støðugur seinasta árið, og nú hækka prísirnir við lægri ferð, enn teir hava gjørt í meira enn trý ár. Vit skulu aftur til februar 2021 fyri at síggja ein lakari prísvøkstur.

[px-graph-1]

Prísirnir á mati ávirka prísvøksturin mest

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum 12 høvuðsbólkunum í brúkaraprístalinum telja 'matur og drykkjuvørur' mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Tað eru eisini prísirnir á mati, sum geva størst íkast til prísvøksturin

Prísirnir á 'klædnavørum og fótbúnaði' eru lækkaðir 3,5 prosent seinasta árið. Somuleiðis eru prísirnir á 'frítíð og mentan' lækkaðir seinasta árið. Prísurin á 'húsbúnaði og húshaldsútgerð' stendur í stað.

[px-graph-2]

Matvørurnar dýrka framvegis

Matvøruprísirnir hækka framvegis. Prísirnir á mati og drykkjuvørum eru hækkaðir stívliga fýra prosent í august 2024 samanborið við sama mánað árið fyri.

[px-graph-3]

Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at tað serliga eru matvørur, ið eru dýrari. Prísvøksturin á mati er 4,5 prosent. Tað er serliga prísurin á kjøti, sum er hækkaður — vøksturin er góð 11 prosent. Av kjøtvørum er tað lambskjøt, sum er dýrkað mest. Prísirnir á fiski eru somuleiðis hækkaðir. 

Prísvøksturin á øðrum matvørum sum mjólk, osti, egg, frukt og øðrum matvørum hevur verið støðugur og minni enn tvey prosent seinasta árið.  

[px-graph-4]

Tað eru ikki allar mat- og drykkjuvørur, ið hava havt prísvøkstur seinasta árið. Kaffi er bíligari nú enn í august í 2023. 

Býlisútreiðslurnar hækka við minni ferð

Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal hækkaðir góð trý  prosent frá august í 2023 til august í 2024. Hóast føroysku bankarnir hava lækkað útlánsrenturnar á sumri 2024, so hava húsarhaldini rindað meira til býli enn í august 2023. Rentuútreiðslurnar ávirka tó prístalið minni hesaferð enn til undanfarnu uppgerðirnar seinasta hálvtannað árið. Miðalprísurin á olju, ið fer til upphiting av býli, er lækkaður 7,5 prosent seinasta árið, og togar prísvøksturin niður. 

[px-graph-7]

El- og fjarhitaprísurin hækkaði í januar í 2024. Prísirnir eru sostatt hægri í august í 2024, enn teir vóru sama mánað í fjør.

[px-graph-5]

Miðalprísvøksturin fyri ES-lond er 2,4 prosent

Árligi prísvøksturin í Føroyum er lakari enn miðalprísvøksturin fyri ES-lond, sum er 2,4 prosent. Prísvøksturin í Danmark í august var enn lakari 1,4 prosent. Størsti prísvøksturin er í Íslandi, har hann er 6,0 prosent. Í Svøríki er prísvøksturin 1,9 prosent og Noregi 2,6 prosent. Lægstur er prísvøksturin í Finnlandi, hann er 1,2 prosent.

[px-graph-6]

Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við. 

Stutt um brúkaraprístalið og prísvøkstur

Prísvøkstur ella inflatión er eitt mát fyri, hvussu nógv brúkaraprístalið er hækkað. Brúkaraprístalið mátar prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Tað merkir, hvussu nógv húsarhaldini skulu rinda fyri tær vørur og tænastur, sum tey keypa. Um árligi prísvøksturin er fimm prosent, so skal ein rinda 105,- krónur fyri at keypa somu vørur og tænastur, sum ein kundi keypa fyri 100,- krónur árið frammanundan. 

Tá prísvøksturin er stórur, verður peningurin í roynd og veru minni verdur, tí tú fært færri vørur og tænastur fyri somu upphædd. Tað merkir, at keypiorkan hjá húsarhaldunum minkar, um inntøkan ikki veksur eins nógv. 

Prísirnir á vørum broytast ymiskt yvir tíð, og vektargrundarlagið er avgerandi fyri, hvussu stóra ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymsu vørubólkunum hava á brúkaraprístalið.

Hagstovan ger mánaðarliga uppgerð av brúkaraprístalinum fýra ferðir árliga – í februar, mai, august og november. Uppgerðin verður gjørd eftir altjóða leisti, sum ger tað møguligt at bera saman prísbroytingar við uppgerðir av prísbroytingum hjá øðrum londum, ið framleiða brúkaraprístalið eftir sama altjóða leisti.

Tað finnast eisini onnur vísitøl fyri prísgongd, m.a. fyri vørur og tænastur framleiddar til annað enn endaliga húsarhaldsnýtslu og tann sonevndi BTÚ-deflatorurin, ið er mát fyri samlaðu prísgongdina á øllum vørum og tænastum framleiddar í einum búskapi. Brúkaraprístalið er sostatt eitt av fleiri mátum fyri inflatión í einum búskapi.

PX Web Graph News
Viðm.: Fevnir ikki um drykkjuvørur við alkoholi