Rættarmál
21. apr 2021
Nógv færri mál í Føroya Rætti, Fútarættinum og Skiftirættinum í 2020
Hetta er tó ein stór minking í mun til fyrra árið. Heili 700 færri avgreidd mál í Føroya Rætti, 350 færri mál í Fútarættinum og knappliga 100 færri í Skiftirætinum. Í Yvirfriðingarnevndini er talið óbroytt.
Í Føroya Rætti eru nógv tey flestu málini – um 980 í fjør – borgarlig mál. Síðan aldarskiftið øktust tey nógv í tali, frá umleið 1.100 til tað mesta í 2008 við 2.000 málum. Siðani er tað minkað líðandi aftur og er nú komið niður um túsund, tað lægsta í hesi øldini.
Revsimálini øktust eisini líðandi frá umleið 300 um aldarskiftið til tað mesta í 2013 við stívliga 800 málum. Síðani er tað minkað aftur, niður um 300, somuleiðis tað lægsta í hesi øldini.
Um borgarlig mál og revsimál ber til at lesa í upplýsingartilfari hjá Føroya Rætti. Stutt kann sigast, at borgarlig mál eru mál, har ein borgari leggur sak móti øðrum borgara, fyritøku ella myndugleika. Revsimál eru sakarmál viðv. lógarbrotum, ið kunnu viðføra revsing við bót, hefti ella fongsli.
Virksemið í Fútarættinum hevur verið skiftandi frá einum ári til annað, men hevur verið spakuliga fallandi. Einstøk ár stinga seg burturúr, serliga 2009. Frá at vera millum 3.000 og 3.500 í nullunum eru málini fækkað nakað til gott 2.000 í fjør. Nógv tey flestu málini í Fútarættinum hava verið áheitanir um panting.
Ein partur av virkseminum í Fútarættinum eru uppboðssølur viðvíkjandi fastogn og skipum. Flestu uppboðssølurnar eru av fastogn, men tølini eru smá við eini 8 framdum uppboðssølum í miðal tey síðstu 5 árini, meðan framdu uppboðssølurnar av skipum eru millum eina og onga hesi síðstu 5 árini.
Fyri uppboðsølu av fastogn hava tó árini 2009 til 2014 verið heilt serstøk, har bæði talið av áheitanum um uppboðssølur og talið av framdum uppboðssølum vaks sera nógv frá 2008 til tað mesta 2011-2013 og síðani er minkað aftur til nakað tað sama sum undan fíggjarkreppuni. Í 2020 var aftur stór minking, har talið av framdum uppboðssølum viðv. fastogn fór heilt niður í eina úr 9. Onki mál var viðv. skipum.
Í Skiftirættinum hevur talið av málum verið spakuliga vaksandi síðstu 20 árini. Serliga stórur var vøksturin árini 2009-10. Bert fá mál í Skiftirættinum snúgva seg um trotabúgv, í fjør einans 13 av teimum tilsamans.
Í Yvirfriðarnevndini hevur talið av málið verið javnt spakuliga veksandi hesi 20 árini, frá eini 50 upp í eini 80.