Løntakarar
12. mar 2021
26.800 løntakarar í februar – nærum tað sama sum fyri ári síðani

Løntakaraskarin var 26.800 í februar, sum er á leið tað sama sum februar í 2020.

Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at hóast tað enn leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur talið munandi spakuligari, enn tað hevur gjørt. Serliga hetta seinasta árið hevur ferðin ikki verið tann sama.

[px-graph-1]

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. 

Í februar vóru um 13.750 menn í løntakaraskaranum, og tað eru næstan 150 færri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar vóru um 13.100 í tali, ella um 160 fleiri enn í fjør.

Trendurin vísur, at meðan vøksturin í talinum av mannligum løntakarum er steðgaður upp, leggjast kvinnurnar enn afturat løntakaraskaranum. 

[px-graph-2]

Samanborið við februarmánað í 2020 vaks løntakaratalið 2,8% í "almennari o.a. tænastu" og 1,8% i "fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu", meðan løntakaratalið minkaði 4% í "byggivinnu o.a. tilvirking" og 1,8% í "privatum tænastuvinnum".

[px-graph-5]

Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga.

Lítil og eingin vøkstur er í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum, og trendurin gevur heldur ábending um minking í hesum vinnugreinabólkinum. Í byggivinnuni er løntakaratalið farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014.

[px-graph-3]

[px-graph-4]

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um vinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News