Lønargjaldingar
14. jul 2020
Góðar 840 milliónir í lønum juni

Góðar 840 milliónir vórðu útgoldnar í lønum í juni. Tað eru 13 milliónir ella 1,5% meira enn sama mánað í fjør.
Uppgerðin fevnir um løn — arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum telja tí ikki við í uppgerðini. Les meira um uppgerðina í kunningarkassanum undir greinini

Í juni vórðu góðar 840 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru 13 milliónir ella 1,5% meira enn sama mánað í fjør.

Á myndini niðanfyri sæst ein av framrokning av, hvussu mars, apríl, mai og juni kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í lønargjaldingunum var óbroytt. 

Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri mars, apríl, mai og juni. Gráa økið vísir óvissuna (80% og 95% sannlíki). Bláu prikkarnir vísa útgoldnu lønirnar.

Total

Av teimum fýra mánaðunum, sum farnir eru, síðani landið fór niður í ferð, er tað maimánaður sum brýtur mest frá væntaðu gongdini undan koronu. Í mars vóru útgoldnu lønirnar og framoknaða metingin nærum tann sama.

Um gongdin í lønargjaldingunum annars var óbroytt, kundu væntast at verið knappar 890 milliónir útgoldnar í juni. Tað er ein munur á 5,3% sammett við væntaðu gongdina. Í mai var munurin 9,1%.

Junimánaður hilnaðist sostatt betur enn mai, um lønargjaldingarnar í hesum báðum mánaðunum verða samanbornar við væntaðu gongdina undan koronu.

Gongdin í vinnugreinunum

Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa lønargjaldingar og framrokningar fyri teir fýra vinnugreinabólkarnar 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur' og 'bygging o.o. tilvirking'.

Ein samanbering millum útgoldnu lønirnar og framrokningina vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini.

Í privatu tænastuvinnunum vórðu úgoldnar 253 milliónir í lønum í juni. Framrokningin vísir 276 milliónir sama mánað. Munurin er 23 milliónir ella 9,1% samanborið við metingina. Í mai var munurin 16%.

 Privatar tænastuvinnur

Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja í størri mun væntaðu gongdini.

Almenn o.o. tænasta

Byggivinna o.o. tilvirking

Fiskivinna o.o. tilfeingisvinna

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki tald við.

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppí uttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

Stutt um framrokningina

Hvør einstøk framrokning er gjørd sum ein kombinerað framrokning við trimum hagfrøðiligum myndlum. Framrokningarnar eru valideraðar við training og testsetti í einum 12 mánaðar tíðarskeiðið. Valideringarnar hava verið bæði numeriskar og visuellar í mun til 12 mánaðar-testsettið.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.