Treystital
03. jul 2023
Vinnan minni bjartskygd

Konjunkturbarometrið fellur og er munandi lægri sammett við seinastu kanningarnar undan hesari. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir viðvíkjandi metingum um støðu og útlit hjá vinnuni og húsarhaldunum. Tað er serliga í tilfeingis- og ídnaðarvinnuni umframt handilsvinnuni, at minni bjartskygni er at hóma. Støðan hjá húsarhaldunum er mest sum óbroytt.

Treystitalið er nú -6, sum er væl niðanfyri langtíðar miðal á 17. Tað er serliga treystið í tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, tað er í høvuðsheitum fiski- og alivinnan, ið minkar. Ávísin fyri handilsvinnuna og byggivinnuna minkar eisini lutfalsliga nógv, meðan ávísin tænasturvinnurnar bert fellur eitt vet. Fyri húsarhaldini er ávísin á mest sum sama stigi.

[px-graph-1]

Spurnakanningar til húsarhaldini og fýra vinnubólkar eru grundarlagið at gera upp konjunkturbarometrið. Talvan niðanfyri vísir vísitølini fyri hvørja kanning sær.

[px-graph-2]

Húsarhaldini meta búskaparstøðuna og fíggjarstøðu teirra verða betri um eitt ár

Brúkaravæntanirnar eru næstan á sama stigið í hesi kanningini, sum í kanningini í januar 2023. Vísitalið fyri brúkaravæntanirnar er 1 og er sostatt kvinkað eitt sindur upp síðani seinastu uppgerð, tá vísitalið vísti 0. Betraðu væntanirnar hjá húsarhaldunum stava frá framgongdini í metingini hjá húsarhaldunum um fíggjarligu støðuna hjá húsarhaldinum um eitt ár sammett við í dag. Eisini meta húsarhaldini búskaparstøðuna í Føroyum um eitt ár sammett við í dag at vera heldur frægari, men tó undir langtíðar miðalinum.

[px-graph-3]

Ynskja framvegis at bíða við størri keypum 

Tá prísirnir hækka, tykjast húsarhaldini at halda, at tað ikki loysir seg at gera størri keyp. Til spurningin um húsarhaldini meta tað verða røttu løtuna at gera størri keyp av t.d. húsbúnaði og eltólum, so eru tó eitt sindur færri hesaferð í mun til kanningina í januar 2023, ið ikki meta tað verða røttu løtuna. Nettotalið liggur framvegis væl undir langtíðar miðalinum. Húsarhaldini meta tað sjáldan vera røttu løtuna til húsakeyp. Tað sama er galdandi fyri bilakeyp. Brúkararnir vænta tó, at prísirnir fara at hækka spakuligari um eitt ár, enn teir hava gjørt seinasta árið.

[px-graph-4]

Aðrir spurningar og grafar kunnu finnast á síðuni fyri brúkararnar. 

Handilsvinnan ikki nøgd við gongdina

Hóast prísvøksturin er minkaður, er hann framvegis høgur, og tað sæst aftur á søluni. Smásøluvísitalið fyri fyrsta ársfjórðing 2023 vísir, at eitt nú at selda nøgdin av klædnavørum og fótbúnaði lækkaði heili 14 prosent. Ávísin fyri handilsvinnuna er -12 sammett við 2 í kanningi í januar 2023. Hesin vinnubólkurin er í stóran mun veitari av vørum til innlendska marknaðin og húsarhaldsnýtslu. Av tí at húsarhaldini hava tykist at verið meira afturhaldin vegna stóra prísvøksturin seinasta árið og selda nøgdin er minkað, er handilsvinnan ikki nøgd við gongdina. 

[px-graph-5]

Handilsvinnan metir tó gongdina í komandi árið fara at verða frægari, enn tey mettu til kanning undan hesari. Fleiri spurningar og grafar eru at finna á síðuni fyri handilsvinnu og smásølu. 

Treysti í byggivinnuni minkar, men er framvegis stórt

Nýggjasta kanningin vísir,  at ávísin fyri byggivinnuna minkar úr 61 niður í 46, men liggur framevgis væl omanfyri langtíðar miðalinum á 22.

[px-graph-6]

Ein alsamt størri partur av byggifyritøkunum svarar, at mangul á arbeiðsmegi er størsta framleiðsluavmarkingin. Starvsfólkatørvurin komandi árið verður áleið tann sami, sum hann hevur verið. Byggifyritøkur hava í miðal svarað, at tær hava tryggjað arbeiði næstu 19 mánaðirnar, men bíleggingarnar eru færri.  Spurningar og grafar kunnu finnast á síðuni fyri byggivinnuna.

[px-graph-7]

Tilfeingis- og ídnaðarvinnan tykist stúrin

Treystið í tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði er fallið frá 8 til -15. Tað eru serliga bíleggingarnar, ið eru færri, umframt at fyritøkurnar vænta, at søluprísurin ikki verður eins høgur, sum hann hevur verið. Spurdu fyritøkurnar meta sín marknaðarlut verða viknaðan í mun til seinastu kanningina undan hesari. Tað verði seg bæði heimamarknaðarlut og útlendskan marknaðin.

[px-graph-8]

Útlitini í tænastuvinnuni ikki betraði

Tænastuvinnan letur eisini verri at gongdini hesaferð enn í seinastu kanningunum undan hesari. 2022 gjørdist metár hjá gistingarhúsunum, og ferðafólkini vóru munandi fleiri í tali í 2022 enn undir koronufarsóttini, so meta fyritøkurnar ikki umsetningin seinasta árið hava verið nøktandi. Góður helmingur av kømrunum á føroysku gistingarhúsunum vóru brúkt í fjør. Heldur ikki meta spurdu fyritøkurnar, at umsetningurin og gongdin verður betri komandi árið - tvørtur ímóti, nettotalið er nú á -9, sum er væl undir langtíðar miðal á 32.

[px-graph-9]

Finn hesi og onnur nettotøl á temasíðuni fyri tilfeingisvinnurnar og á síðuni fyri tænastuvinnurnar.

Stutt um konjunkturbarometrið

Konjunkturbarometrið er ávísar, sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru. Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnar og spurnakanning fyri brúkarar. Tað er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum og um sína egnu fíggjarstøðu, bæði gongdini júst nú og væntanirnar.

Stutt um treystitalið

Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá fimm spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár.

Niðanfyri er víst, hvussu nógvar spurningar brúkarar og vinnubólkarnir fáa, og hvat teir viga í treystitalinum:

  • Brúkarar svara 15 spurningum, og hesir viga 20%
  • Tilfeingisvinnan svarar 15 spurningum, og hesir viga 40%
  • Tænastuvinnan svarar 5 spurningum, og hesir viga 30%
  • Handilsvinnan svarar 5 spurningum, og hesir viga 5%
  • Byggivinnan svarar 6 spurningum, og hesir viga 5%

Spurningarnir eru teir somu, sum verða brúktir í øllum londum, ið eru í ECFIN-samstarvinum, og mátin, ið nýttur verður at gera kanningarnar, er eisini tann sami. Tí eru tølini altjóða sambærlig. Enska heitið á treystitalinum er Economic Sentiment Indicator (ESI).

PX Web Graph News
Viðm.: Ávísar (en: indicators) liggja í talstrekkinum frá +100 til -100.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Brúkaraávísin er roknaður sum miðal av 4 nettotølum.
Viðm.: Nettotalið liggur í talstrekki frá +100 til -100.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísin er roknaður sum miðal av 3 nettotølum.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísin er roknaður sum miðal av 2 nettotølum.
Viðm.: Nettotalið liggur í talstrekki frá +100 til -100.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísar eru roknaðir sum miðal av 3 nettotølum.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísar eru roknaðir sum miðal av 3 nettotølum.