Smásøluvísitøl
28. jun 2023
Prísvøkstur ávirkar enn søluna av klæðum og fótbúnaði
Sølan í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørd upp fyri fyrsta ársfjórðing í ár. Tølini eru býtt á vørubólkarnar 'matur og drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'.
Prísvøksturin hevur verið stórur seinasta árið. Síðsta ársfjórðing í fjør toppaði prísvøksturin við 10,1%, men er nú slakaður nakað og var 8,3% fyrsta ársfjórðing í ár.
Prísirnir á 'mati og drykkjuvørum' hækkaðu 13% frá 1. ársfjórðingi í 2022 til 1. ársfjórðing í ár. Tá sølan verður gjørd upp í ársins prísum, er hon 9% hægri hetta tíðarskeiðið. Draga vit prísvøksturin frá, so fæst virðið á mongdini av seldum vørum, kallað 'sølan máld í føstum prísum'. Sølan máld í føstum prísum á 'mati og drykkjuvørum' er 4% lægri hetta tíðarskeiðið. Tað merkir, at hóast virðið á søluni er hækkað frá 1. ársfjórðingi 2022 til 1. ársfjórðing í ár, so er mongdin av seldum vørum lækkað 4%.
[px-graph-1]
Prísir á 'húsbúnaði og húsarhaldsútgerð' hækkaðu 9% frá 1. ársfjórðingi í 2022 til 1. ársfjórðing í ár. Sølan í ársins prísum hetta tíðarskeiðið er 14% hægri enn árið fyri, og umroknað til fastar prísir hækkaði sølan hetta tíðarskeiðið 4%.
[px-graph-2]
Søla av 'klædnavørum og fótbúnaði' er framvegis merkt av prísvøkstrinum í samfelagnum. Hóast prísurin á klædnavørum og fótbúnaði bert er hækkaður 2% hetta seinasta árið, so er sølan í ársins prísum minkað 12%, meðan sølan í føstum prísum er lækkað heili 14%.
[px-graph-3]
Samanumtikið kann sigast, at av hesum trimum vørubólkunum hevur prísvøksturin verið størstur á ‘mati og drykkivørum’ við 13%, meðan hann var lægst á ‘klædnavørum og fótbúnaði’ við 2%. Kortini lækkaði sølan av klæðum og fótbúnaði heili 14%, meðan sølan av mati og drykkivørum einans lækkaði 4%. Hetta er sama gongd sum seinastu ársfjórðingarnir, har hækkandi prísir í samfelagnum, ið vit serliga síggja á mati og drykkivørum, hava størri avleiðingar fyri søluna av klædnavørur og fótbúnaði, enn søluna á mati og drykkivørum.
Orðalýsingar:
- Ársins prísir (eisini nevnt nominellir prísir) er uppgerð við støði í teimum prísum, ið eru galdandi fyri tað tíðarskeiðið, ið uppgerðin fevnir um.
- Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
- Fastir prísir merkir, at uppgerðin er reinsað fyri prísvøkstur. Á henda hátt ber til at meta um gongdina í nøgdini av seldum vørum og tænastum.
- Trendurin lýsir rákið í máldu tølunum, reinsað fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar
- Vísital lýsa prosentvísu broytingina frá einum ári til annað við einum støðisári, ið verður sett til 100. Munurin millum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
- Sølan sigur okkum hvat umsetningurin hjá feløgunum í vørubólkunum er.