Fólkatal
13. jun 2023
Stívliga 54.400 fólk búðu í Føroyum 1. mai - vøksturin er 1,1%

Fólkatalið vaks við 572 persónum seinasta árið, og 1. mai búðu 54.431 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 1,1%, sum er nakað minni enn í undanfarna tíðarskeiðið.

Burðaravlopið minkaði óvanliga nógv í byrjanini av 2022, og hóast minkingin lutvíst varð uppvigað av einum lítlum vøkstri í nettoflytingini, so minkaði tað um árliga fólkavøksturin. Seinastu mánaðirnar er burðaravlopið vaksið eitt sindur aftur, samstundis sum nettoflytingin er minkað eitt sindur. Spakuligi vøksturin í fólkatalinum heldur tí fram.

[px-graph-1]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 191 fólk og eini nettoflyting á 381 fólk.  Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er nettoflytingin minkað meðan burðaravlopið er vaksið. 

v

Lítil minking í nettoflytingini 

Trendarnir vísa, at munurin millum tilflyting og fráflyting er minkaður nakað seinastu mánaðirnar. Síðani síðsta heyst hevur gongdin í tilflytingini verið minkandi samstundis sum gongdin í fráflytingini hevur verið meira støðug enn frammanundan, tá gongdin í bæði tilflyting og fráflyting var vaksandi. Nettoflytingin er tí minkað eitt sindur eftir at hava verið støðugt vaksandi í tíðini frammmanundan.  Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini.

[px-graph-3]

Lítil vøkstur í burðaravlopinum 

Trendarnir vísa, at munurin millum fødd og deyð er vaksin seinastu mánaðirnar. Hesin spakuligi vøksturin í burðaravlopinum kemur aftan á stóru minkingina í fjør, sum stóðst av, at færri føddust og fleiri doyðu enn vanligt. Seinastu mánaðirnar hevur gongdin í deyðatalinum verið minkandi, og saman við støðugu gongdini í føðitalinum veksur tað spakuliga um burðaravlopið. Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum.

[px-graph-2]

Flestu kommunurnar vaksa

Fólkatalið vaks í 17 av teimum 29 kommununum. Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu. Síðani í Sjóvar og Nes kommunu, har lutfalsligi vøksturin eisini var stórur. 
Størsta minkingin var í Hvalbiar kommunu og Eysturkommunu.  

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. mai 2022 og 2023.

[px-graph-4]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum