Nøvn
01. sep 2022
Lív og Jónas vóru best umtóktu nøvnini til gentur og dreingir fødd í 2021

Av 10 teimum best umtóktu nøvnunum í 2021 eru Lív og Jónas tey einastu, sum eisini vóru millum 10 tey best umtóktu fyri 20 árum síðani.

Lív og Jónas vóru best umtóktu nøvnini til gentur og dreingir fødd í 2021.
Av teimum børnunum, sum vóru fødd í 2021, fingu sjey gentur navnið Lív, meðan tíggju dreingir fingu navnið Jónas.

Í 2001, sum er byrjanarárið fyri navnauppgerðina, var Lív nummar níggju á listanum yvir best umtóktu gentunøvn, meðan Jónas var nummar fimm. Hetta er fyrstu ferð, at Lív er ovast á listanum, meðan Jónas hevur verið best umtókta dreingjanavn heilar tíggju ferðir. 

Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Nóa, Gilli, Jógvan, Markus, Adrian og Bragi. Hjá gentum vóru tað nøvnini Julia, Emma, Isabella, Nora, Ria og Sólja. 

Lív var tað einasta gentunavnið, sum var millum tíggju tey best umtóktu bæði í 2021 og fyri 20 árum síðani. Tá vóru nøvnini Ronja, Vár, Helena og Rebekka ovast á listanum. 

Av dreingjanøvnunum var Jónas tað einasta navnið, sum var millum tíggju tey best umtóktu bæði í 2021 og í 2001. Tá vóru nøvn sum Jákup, Hanus, Rói og Dánjal best umtókt. 

Fleiri nøvn eru løgd aftur at síðan 2001, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Nóa, Bragi og Liam hjá dreingjum og Brá, Vón og Ria hjá gentum.

Les meira á temasíðuni um nøvn ella royn navnaleitaran

             

                  x

 

 

Stutt um nøvn

Uppgerðin fevnir um fornøvn (1. navn ella 1. og 2. navn) á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Nøvnini eru gjørd upp soleiðis, sum tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Um ein persónur hevur eitt fornavn, verður hetta gjørt upp sum eitt navn. Um ein persónur hevur tvey fornøvn, t.d. Hans Petur, verður hetta eisini gjørt upp sum eitt navn.

Av tí at tað kunnu ganga upp til 6 mánaðir áðrenn eitt barn skal hava fingið navn, verður navnauppgerðin gjørd eftir 1. juli.