Starvsfólk
16. aug 2021
27.800 løntakarar í juli — stendur í stað
Hóast vøkstur í mun til sama mánað í fjør, vísir trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, at seinastu mánaðirnar hevur løntakaratalið staðið í stað og vøksturin er steðgaður upp.
[px-graph-1]
Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan í tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo.
Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. løntakaratalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í løntakaratølunum.
Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara.
Munurin minkar millum menn og kvinnur
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.
Í juli vóru um 14.300 menn og 13.500 kvinnur í løntakaraskaranum.
Trendurin vísir, at meðan vøksturin í talinum av mannligum løntakarum er steðgaður upp, leggjast kvinnur framvegis afturat løntakaraskaranum. Munurin millum talið av monnum og kvinnum í løntakaraskaranum, ið hevur verið vaksandi í nøkur ár, er tí minkaður nakað aftur.
[px-graph-2]
Rákið ymiskt innan vinnugreinabólkarnar
Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga.
Trendurin vísir, at í 'almennari o.a. tænastu' hevur løntakaratalið verið støðugt vaksandi og vøksturin hevur seinasta árið verið tiltakandi. Ein lítil minking er hinvegin í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Í byggivinnuni er løntakaratalið eisini farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014. Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' sveiggjar løntakaratalið meira enn í hinum vinnugreinabólkunum, men á trendinum sæst, at hóast sveiggj, er løntakaratalið vaksið munandi seinastu árini. Løntakaratalið innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' hevur ikki verið hægri síðan 2008.
[px-graph-3]
[px-graph-4]
[px-graph-5]
Gongdin í Norðurlondum undan og eftir koronu
Á myndini niðanfyri er gongdin í løntakaratalinum í ávísum Norðurlondum víst í einum indeksi (árstíðarjavnað). Myndin samanber gongdina frá januar í 2020 til mai í 2021, tá løntakaratølini í Noregi og Danmark seinast vórðu gjørd upp. Seinastu uppgjørdu tølini í Íslandi eru í juni og í Føroyum í juli, men av samanberingarorsøkum verða hesi ikki víst á myndini .
Myndin vísir, at gongdin í løntakaratalinum hevur verið ymisk í Norðurlondunum síðani koronufarsóttina. Løntakaratalið í Føroyum og í Danmark eru nú á sama stigi ella hægri sum undan koronufarsóttini. Bæði í Føroyum og í Íslandi var eitt lutfalsliga størri fall í apríl í 2020 enn í Danmark og í Noregi, men løntakaratalið í Føroyum kom lutfalsliga skjótt upp á sama stig sum undan koronu. Í Danmark er tað serligu seinastu mánaðirnar, at vøksturin hevur tikið dik á seg og løntakaratalið hevur rokkið stignum undan koronu.
Í Íslandi og Noregi eru tey enn undir stignum undan koronu. Hóast sveiggj benda seinastu mánaðirnir tó á, at tey í Íslandi nærkast løntakaratalinum sum undan koronu. Tað vísir eisini seinast uppgjørdi mánaðurin í Íslandi, sum er juni.
Keldur: Danmarks Statistik: LBESK03, Hagstofa Íslands: VIN00002, SSB: 13126
Stutt um løntakarar
Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.
Stutt um vinnugreinabólkarnar
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.
Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.