Fólkatal
04. mar 2022
Miðalaldurin er øktur við hálvsjeynda ári síðani 1985

Í 1985 var miðalaldurin hjá føroyingum 33,1 ár. Við ársbyrjan 2022 er hann 39,5 ár. Sostatt er miðalaldurin hesi árini øktur við 6,4 árum.

Tað hevur ikki gingið javnt á hetta tíðarskeiðið. Tey fyrstu tíggju árini øktist miðalaldurin við 3 árum, har serliga tey sváru kreppuárini fyrru helvt av 1990-unum gera stóra munin, tá nógv ung fólk fluttu av landinum.

m1

Gongdin er greið á myndini omanfyri, ið vísir hvussu miðalaldurin er broyttur hjá ávikavist mannfólki og konufólki øll hesi árini. Gongdin er á leið tann sama hjá báðum kynum  ein munur í miðalaldri, sum var umleið 1 ár í 1985 og er tann sami nú.

Stóra økingin í miðalaldrinum var í kreppuárunum fyrru helvt í 90-unum, tá í túsundatali, serliga ung og barnafamiljur, fluttu av landinum.

Síðani er ein spakulig jøvn gongd tey næstu 12 árini, til fíggjarkreppan frá 2009 aftur førdi til fráflyting  og harvið hækkandi miðalaldur. Síðani sæst, at støðan broytist 2014, har fráflytingin úr Føroyum vendir til eina stóra árliga tilflyting, sum ger at miðalaldurin ikki longur veksur í sama lag, serliga hjá konufólki.

m2

Miðalaldurin vaksin nógv mest í suðurøkinum, minst í miðøkinum

Stórir munir eru í gongdini í ymisku økjunum. Her fylgjast Eysturoy, Suðurstreym, Norðstreym og Norðoyggjar. Av hesum hava Eysturoy og Suðurstreym hava lægsta miðalaldur.

Í Vágum er gongdin heilt serstøk við miðalaldri í ovasta endanum til síðst í 1990-unum, fyri síðan at lækka og halda seg á tí sama heilt fram til nú.

Tvey øki skilja seg burtur frá hinum frá ár 2000 og fram – tað eru Sandoyarøkið og Suðuroy - við tí hægsta miðalaldrinum.

m3

Munurin millum økini í landinum er serliga sjónskur í myndini omanfyri, ið samanber 1985 og 2022. Her sæst til dømis, at miðalaldurin í Sandoyarøkinum hækkaði 10 ár, tvífalt so nógv sum í Vágaøkinum. Lægsti miðalaldur í landinum er í Eysturoy og í Suðurstreymoyarøkinum, bæði í 1985 og í 2022.

Ógvislig broyting í aldurssamansetingini

Orsøkin til stóru hækkingina í miðalaldrinum kemur av stórum broytingum í aldurssamansetingini.  Frá 1985 til 2022 vaks fólkatalið í Føroyum við góðum 8.300 fólkum.

Hesi árini er hend ein ógvislig broyting í aldurssamansetingini. Hetta er sera sjónskt í talvuni niðanfyri, ið vísir broytingina í fýra aldursbólkum. Tá 1985 verður samanborið við 2022, er fólkatalið hjá teimum, sum eru yngri enn 40 ár, minkað við umleið 1.800 fólkum, meðan tey ið eru 40 ár og eldri, eru blivin meir enn 10.000 fleiri.

Støðan er tó munandi broytt tey síðstu 8 árini. Sum talvan vísir, vaks fólkatalið frá 2014 til 2022 við góðum 5.200 fólkum. Her var tann størri vøksturin í yngra ættarliðunum, har tey yngru enn 40 ár vórðu umleið 3.000 fleiri og tey eldru umleið 2.500 fleiri.

T1

Hvat eru orsøkirnar til broytingarnar í fólkatalinum?

Tað eru tvær orsøkir til fólkavøkstur eins væl og til fólkaminking. Tær eru burðaravlop (munurin millum fødd og deyð) og nettoflyting (munurin millum flyting til landið og flyting av landinum).

Taka vit alt tíðarskeiðið 1985–2022 sæst, at burðaravlopið gav ein vøkstur á góð 11.600 fólk. Nettoflytingin minkaði um fólkavøksturin hetta tíðarskeið við stívliga 3.300 fólkum.

Hetta er eitt langt tíðarskeið við stórum broytingum í samfelagsgongdini, sum hava havt ógvisligar ávirkanir á gongdina í fólkatalinum. Størstu ávirkanina hevði kreppan fyrru helvt av 1990-unum. Síðani var ein lutvís endurreisn næsta tíggjuáraskeiðið til 2003/2004. Síðani var aftur eitt 10-ára tíðarskeið heilt fram til 2013/2014 við stagnatión og fíggjarkreppu. So vendi gongdin aftur við stórum framburði, stórari tilflyting til Føroyar og stórum fólkavøkstri, sum hevur verið tey síðstu 8 árini. Hetta sæst í talvuni niðanfyri, har íkastið til vøksturin í fólkatalinum er umleið 2.100 frá burðaravlopinum og knappliga 3.500 frá nettoflytingini.

Hetta er orsøkin til, at vit ikki hava sæð eins stóra hækking í miðalaldrinum síðstu 8 árini, sum alt tíðarskeiðið frammanundan.

T2

Hvussu er aldursbýtið broytt í høvuðsøkjunum kring landið?

Við sonevndari aldurspýramidu ber til at gera eina einfalda greining av aldurs- og kynsbýti. Í pýramidunum niðanfyri síggja vit, hvussu býtið var í 1985, og hvussu tað er nú í 2022. Vanligt er at hava yngstu aldursbólkarnar niðast sum grundarlagið í pýramiduni, og síðani teir eldru bólkarnar at tynnast uppeftir til tey elstu.

Við demografisku broytingunum síðstu nógvu árini er hetta gamla mynstrið fullkomiliga broytt. Nú er tódnað meir og meir í teim yngru aldursbólkunum, meðan teir eldru aldursbólkarnir fylla meir og meir, og nógvastaðni eru teir eins stórir um ikki enn størri enn teir yngru. Hetta er gongdin um allan heimin, ið sum heild kemur av hækkandi livialdri og minkandi føðitíttleika. Í Føroyum er føðitíttleikin størri enn í øðrum evropiskum londum, men serliga fráflytingin ávirkar skapið. So hóast at pýramiduskapið í Føroyum og øðrum londum líkjast, eru tað ymsar orsakir til skapini.

Tað eru stórur munur á, hvussu hendan gongdin rakar ymisk lond  og eisini ymisku høvuðsøkini í Føroyum. Tað er lýst í fólkapýramidunum niðanfyri, ið samanber støðuna í 1985 við støðuna í dag.

Fyri alt landið sæst ein lítil minking í yngru og ein stórur vøkstur í eldru ættarliðunum. Tað hevur tó ikki havt nakrar broytingar við sær í kynsbýtinum. Av góðum grundum líkist gongdin í Suðurstreymi mest gongdini fyri alt landið, tí nógv tað mesta fólkið býr har.

Tó er ein høvuðsmunur millum Suðurstreym og øll hini høvuðsøkini. Tað er, at Suðurstreym er einasta økið, har vøksturin hetta drúgva tíðarskeiðið ikki bara er í teim eldru men eisini teim yngru ættarliðunum.

 

P1

Í Norðoyggjum er aldurspýramidan nógv broytt frá 1985 til nú, munandi minking hjá teim yngstu og stórur vøkstur hjá teim eldru. Í Eysturoy er enn ein tann yngsta aldurssamansetingin í landinum. Har er vøkstur ikki bara hjá teim elstu men eisini hjá teimum í ungum árum 20-39 ár. Í Eysturoy kunnu vit enn tosa um eitt pýramiduskap, sum er breiðast í neðra og so smalkast spakuliga uppeftir.

P2

Í Norðstreymi er tað mesta av pýramiduskapinum horvið. Botnurin, tey yngstu, er tó størstur enn, men annars er pýramidan koppað á og veksur uppeftir frá teim 20-39 ára gomlu til tey elstu.

Í Vágum er mynstrið nakað tað sama. Tó er vert at leggja til merkis , at har er eisini ein vøkstur hjá konufólki í teimum yngru ættarliðunum.

P3

 

Tá tað snýr seg um føroysku demografiina, gongdina í fólkatali og fólkasamanseting, er afturvendandi niðurstøða, at tey bæði sunnaru økini í landinum eru nakað fyri seg.

Tað sæst eisini her, har aldurspýramidurnar púra eru koppaðar á høvdið. Har eru flest í teim elstu ættarliðunum, og so smalkar pýramidan niðureftir móti teim ungu. Órógvandi má vera, at tann ungi aldursbólkurin 20-39 ár, við teim ungu fólkunum, ið skulu tryggja sonevndu reproduktiónina, t.v.s. skipa familjurnar og seta nýggj ættarlið við, er tann minsti bólkurin av øllum. Kanska ein lítil bati er at hóma, at yngsti aldursbólkurin ikki er minkaður eins nógv og kann rætta nakað upp á støðuna.

P4