Fólkatal
10. nov 2022
54.100 búðu í Føroyum í oktober — 1,2% fleiri enn í fjør

Stívliga 54.100 fólk búðu í Føroyum 1. oktober. Tað eru góð 660 fleiri enn sama mánað í fjør. Vøksturin er 1,2%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,4%.

Seinasta árið hevur vøksturin í fólkatalinum verið lakari enn undanfarnu árini. Tað hómast aftur í trendinum, sum lýsir gongdina í fólkatalinum. 

[px-graph-1]

Lága burðaravlopið partvíst uppvigað av nettoflytingini

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.

Íkastið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum er minkað nógv seinasta árið. Høvuðsorsøkin er, at deyðatalið hevur verið hægri enn vanligt.

Minkaða burðaravlopið verður tó partvíst uppvigað av íkastinum frá nettoflytingini, sum er vaksið nakað í sama tíðarskeiði. Korona hevði við sær, at færri fluttu til og úr Føroyum á sumri 2020, men um ársskiftið í 2020 kom gongd aftur á flytingarnar. Síðani tá er tilflytingin vaksin meira enn fráflytingin, og tað hevur viðført eina lítla øking í nettoflytingini seinasta árið.

Talvan niðan fyri vísir broytingar í fólkatalinum í hesum og undanfarna tíðarskeiði.

okt

Mong flyta frá  fleiri flyta til

Myndin niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini. Trendurin vísir, at gongd kom aftur á flytingarnar síðst í 2020. Fráflytingin vaks lutfalsliga skjótt fram til síðst í 2021, og er síðani minkað nakað aftur. Nú flyta í miðal 110 fólk av landinum mánaðarliga í mun til 117 fyri einum ári síðani. Hóast hesa minkingina hevur fráflytingin ikki verið hægri enn tað sama síðan á sumri 2014.

Tilflytingin hevur verið javnt vaksandi fram til juni mánaða í ár, og er síðan tá minkað nakað aftur. Nú flyta í miðal 160 fólk til Føroya mánaðarliga í mun til 151 somu tíð í fjør. So stór hevur tilflytingin ikki verið síðan aldarskiftið. 

[px-graph-2]

Mong fella frá  fleiri verða til

Myndin niðanfyri lýsir gongdina í tali av føddum og deyðum. Trendurin vísir, at eftir eina øking á heystið 2020, er burðartalið komið at liggja í eini fastari legu á 52 børn í miðal mánaðarliga.

Í sama tíðarskeiði er deyðatalið vaksið óvanliga nógv, og trendurin vísir somuleiðis, at deyðatalið er komið at liggja í eini fastari legu á 43 í miðal mánaðarliga. Til samanberingar hevur deyðatalið seinastu mongu árini ligið um 30 í miðal mánaðarliga.

Tó er tað enn so, at tað eru fleiri, ið verða til enn sum fella frá, og í trendinum hómast ein ábending um, at munurin fer at økjast. 

[px-graph-3]

Fólkatalið í kommunum og bygdum

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. oktober í ár í mun til somu tíð í fjør. 

Í kommununum var størsti vøkstur í fólkatalinum í Tórshavnar kommunu og Eysturkommunu, meðan størsta minking var í Sumbiar og Viðareiðis kommunu. 

Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, á Argjum, í Hoyvík og á Strondum, meðan tað minkaði mest í Søldarfirði, í Leynum, í Árnafirði og á Viðareiði.

[px-graph-4]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum