Løntakarar
12. mai 2020
Stórt fall í løntakaratalinum í apríl

Í apríl vóru slakir 25.300 løntakarar. Tað er serliga í privatu tænastuvinnunum, at fallið sæst best.
Nýggjur uppgerðarháttur
Verksetanin av nýggjum uppgerðarhátti fyri løntakarar er framskundað, orsakað av eftirspurninginum eftir nýggjari tølum fyri at síggja avleiðingar av koronufarsóttini. Eftir gamla uppgerðarháttinum vóru tølini tríggjar mánaðir afturút. Við nýggja uppgerðarháttinum verða tølini meira aktuell, soleiðis at til dømis tølini fyri apríl verða longu kunngjørd nú í mai. Nýggi uppgerðarhátturin ávirkar løntakaratølini aftureftir í tíð. Les meira um broytingina niðast í greinini.
Løntakarar og lønarískoyti
Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa eina lønarupphædd útgoldnað frá einum arbeiðsgevara, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Tað merkir, at eisini persónar, sum fáa løn frá arbeiðsgevara og lønarískoyti frá lønarískoytisskipanum, telja við í uppgerðini. Hinvegin telja persónar ikki við, sum einans fáa stuðul ella lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum. Av teimum á leið 5.000, sum fingu arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá ALS í apríl, fingu um 3.000 av hesum løn frá einum ella fleiri arbeiðsgevarum.

Gongdin, sum er lýst við trendinum, vísir, at løntakaratalið nú fellur eftir seks ár við vøkstri. Samanborið við apríl síðsta ár eru 1.250 færri løntakarar.

[px-graph-1]

Undan og eftir korona

Myndin niðanfyri vísir eina framrokning av, hvussu mars og apríl mánaðir kundu væntast at sæð út undan koronufarsóttini, um gongdin í løntakaratalinum annars var óbroytt. Bláu prikkarnir vísa úrslitið av teljingini í mars og apríl mánaðum í ár, meðan reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri hesar báðar mánaðirnar. Sostatt vísir munurin millum bláu og reyðu prikkarnar eina ábending um ta ávirkan, sum koronufarsóttin hevur á løntakaratalið. Gráa økið vísir óvissuna í framrokningini (80% og 95% sannlíki).

Løntakaratalið var um 25.300 í apríl. Framrokningin vísir knappliga 27.250 løntakarar í apríl. Tað er ein munur upp á 1.950 løntakarar ella góð 7% samanborið við metingina. 

Grafur

Fellur bæði hjá monnum og kvinnum

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali, og tjúkku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini. 

Í apríl vóru á leið 13.150 menn og 12.100 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað eru um 700 færri kvinnur og 550 færri menn í mun til apríl í fjør. 

[px-graph-2]

Fallið er størst í privatu tænastuvinnunum

Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið í teimum fýra vinnugreinabólkunum, 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur' og 'bygging o.o. tilvirking' seinastu tvey árini.

Eins og á myndini omanfyri vísir bláa linjan í myndini løntakaratalið, og bláu prikkarnir vísa løntakararnar í mars og apríl mánaðum í ár, meðan reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina, sum kundi væntast, um gongdin í løntakaratalinum var óbroytt. Gráa økið vísir óvissuna (80% og 95% sannlíki).

Ein samanbering millum løntakaratalið, so sum tað er gjørt upp og so sum tað er framroknað í mars og apríl, vísir, at tað serliga eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini og eiga størsta partin av fallinum.

Í privatu tænastuvinnunum vóru um 7.500 løntakarar í apríl. Framrokningin vísti 8.700 í apríl. Tað er ein munur á 1.200 løntakarar ella 14% samanborið við metingina. 

Grafur

Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja í størri mun væntaðu gongdini. Munurin millum uppgerðina av lønakaratalinum og framroknaðu metingina er minstur innan almenna o.a. tænastu.

Grafur

Grafur

Grafur

Vinnugreinar í privatu tænastuvinnunum

Av privatu tænastuvinnunum er tað í vinnugreinunum 'gistihús og matstovuvirki' (har løntakaratalið fer niður í helvt), 'handil og umvæling', 'flutningur annars' og 'húsarhaldstænastur', at niðurgongdin sæst best. 

Grafur

Grafur

Grafur

Grafur

Fleiri útgreinaði tøl á aldur, ríkisborgaraskap, kyn og vinnugrein eru í hagtalsgrunninum.

Uppgerðarhátturin fyri løntakarar broyttur

Verksetanin av nýggja uppgerðarháttinum er framskundað, orsakað av eftirspurninginum eftir dagførdum løntakaratølum vegna avleiðingar av koronufarsóttini.

Við nýggja leistinum kann løntakaratalið gerast upp beint eftir eitt mánaðarskifti, meðan løntakarauppgerðin eftir gamla háttinum var tveir mánaðir forskotin. Tað merkir, at nú tíðliga í mai kann løntakaratalið longu gerast upp fyri apríl. Eftir gamla leistinum kundi løntakaratalið nú gerast upp fyri februar og ikki longur fram.

Munurin í løntakaratalinum við nýggja og gamla uppgerðarháttin er umleið 1.000 løntakarar mánaðarliga. Tað vil siga, at um løntakartalið vísti 28.000 eftir gamla háttinum, vísir tað umleið 27.000 eftir nýggja háttinum. Meir um hetta niðanfyri.

Sjálv gongdin í løntakaratalinum, tað vil siga broytingin frá einum mánaði til ein annan, er ikki nógv ávirkað av broytta uppgerðarháttinum.

Munurin í uppgerðarhættunum

Við nýggja uppgerðarháttinum eru teir persónar løntakarar, sum fáa løn tann mánaðin, ið verður gjørdur upp.

Soleiðis er eisini í gamla uppgerðarháttinum, men har eru eisini persónar, sum ikki fáa løn í ein ella tveir samanhangandi mánaðir, taldir við sum løntakarar. Tað merkir, at um ein persónur fekk løn í januar og apríl, men onga løn í februar og mars, varð viðkomandi álíkavæl taldur við sum løntakari eisini í februar og mars. Henda regla er kallað ‘glopp-reglan’.

Grundin til glopp-regluna í gamla uppgerðarháttinum var, at hjá summum starvsbólkum, serliga sjófólki, hevur lønarútgjaldingin verið meira óreglulig enn hjá øðrum. Í dag eru fleiri sjófólk, ið fáa løn mánaðarliga, so henda reglan er ikki eins viðkomandi longur, sum hon hevur verið.

Vansin við gamla uppgerðarháttinum hevur verið, at fleiri persónar av órøttum eru taldir við sum løntakarar í upptalda mánaðinum. Til dømis eru ung lesandi, sum arbeiða sum tænarar á matstovu annan hvønn mánað, tald við sum løntakarar teir mánaðir, ið tey ikki eru til arbeiðis.

Tað ger, at løntakaratalið nú er mett at vera neyvari enn eftir gomlu uppgerðini.

Munir í tølunum

Sum sæst á myndini niðanfyri er munurin í løntakaratalinum eftir nýggja og gamla uppgerðarháttinum umleið 1.000 løntakarar mánaðarliga. Sjálv gongdin í løntakaratalinum, ið er lýst við trendinum, er tó ikki nógv ávirkað av broytingini.

Uppgerðarhættir

Sum sæst á myndini eru mánaðarligu sveiggini (kámu strikurnar) eitt sindur størri í løntakaratalinum við nýggja uppgerðarháttinum. Hetta er grundað á sokallaðu ‘glopp-regluna’, sum er greitt frá omanfyri.

Broytingin í løntakaratalinum er førd aftur til fyrsta uppgerðarár.

Gamla løntakarauppgerðin er endað og er í hagtalsgrunninum, so til ber at samanbera tølini í nýggju og gomlu uppgerðini.

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, sum fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa eina lønarupphædd útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um lønargjaldarin er ein føroysk ella útlendsk fyritøka.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News