Brúkaraprístal
15. jan 2021
Brúkaraprísirnir eru í miðal øktir 0,3 prosent í 2020

Brúkaraprístalið verður gjørt upp 4 ferðir árliga, og nú allar uppgerðirnar fyri 2020 eru tøkar, sæst, at brúkaraprístalið í 2020 í miðal var 121,4. Miðalbrúkaraprístalið í 2019 var 121,0, sum merkir, at prísirnir á vørum og tænastum til nýtslu hjá húsarhaldum í miðal eru øktir 0,3% í 2020 samanborið við 2019.

Brúkaraprístalið fyri 4. ársfjórðing í fjør er 121,6, sum er 0,4% hægri enn brúkaraprístalið fyri 3. ársfjórðing í fjør og 0,4% lægri í mun til 4. ársfjórðing 2019.

"

Tá uppgerðirnar fyri allar ársfjórðingarnar í einum ári eru tøkar, verður vanliga hugt at miðalprísbroytingini fyri árið og samanborið við undanfarin ár. Til slíka árliga samanbering verður miðalbrúkaraprístalið yvir 4 ársfjórðingar roknað – hetta fyri at javna út prísbroytingar í einstøkum ársfjórðingum.

"

Um hugt verður eftir miðal árligu broytingini á henda hátt, so sæst, at árligi vøksturin árini 2017 til 2019 var beint omanfyri 1%, men er í fjør minkaður og nærum eingin, sum merkir, at í miðal vóru prísirnir á vørum og tænastum til húsarhaldsnýtslu nærum teir somu í fjør í mun til 2019. Um hugt verður nærri at miðal prísbroytingum innan ymsu vørurnar og tænasturnar, so er ymiskt, hvussu prísirnir eru broyttir seinasta árið í mun til 2019.

"

Fimtingurin av nýtsluni hjá føroysku húsarhaldunum fer til mat og drekka og innan henda høvuðsbólkin eru prísirnir í miðal øktir 1,7% í fjør í mun til árið fyri. Samanborið við mat og drekka, so brúka føroysku húsarhaldini í miðal nærum líka nógv til býlisútreiðslur, og innan hendan høvuðsbólkin eru prísirnir hinvegin í miðal minkaðir 4,2%. Hetta er serliga orsakað av miðal príslækking á 20% fyri brenniolju. Prísgongdin á olju er í stóran mun ávirkað av koronu-farsóttini, eins og myndin niðanfyri vísir.

Lutfalsliga stórur partur av nýtsluni fer harumframt eisini til flutningsútreiðslur. Prísurin á brennievni til akfør er í miðal í fjør minkaður 16% í mun til 2019, meðan prísurin á akførum hinvegin er øktur 3,2%. Í miðal vóru prísirnir á vørum og tænastum innan henda høvuðsbólkin harvið nærum teir somu sum í 2019.

"

Útboðið av gisting øktist samstundis sum útlendski eftirspurningurin minkaði vegna stóra fallið av vitjandi ferðafólkum. Hetta hevði við sær stórt prísfall á gisting her á landi eins og í grannalondum okkara. Í brúkaraprístalinum vigar gisting sum nýtsla hjá føroyskum húsarhaldum tó lutfalsliga lítið.

"