Útflutningur av vørum
17. apr 2024
Útflutningurin av lýsi og fiskamjøli vaksin 828 milliónir krónur
Útflutningurin í februar er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið februar 2023 til januar 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.
Fiskavøruútflutningurin er vaksin 280 milliónir krónur, ella 2 prosent. Vøksturin stavar serstakliga frá vøkstri í útflutninginum av lýsi og fiskamjøli, ið er vaksið ávikavist 402 og 426 milliónir krónur.
Útflutta nøgdin av laksi minkaði við góðum 4 túsund tonsum, ella 5%. Virðið er tó á leið tað sama sum í undanfarna tíðarskeiðið.
Bæði útflutningsvirði og -nøgd av sild er farið upp. Útflutningsvirðið er vaksið við 92 milliónum krónum, meðan nøgdin er vaksin góð 18 túsund tons, ella 31%.
Onnur fiskasløg eru minkaði bæði í virði og nøgd. Størsta minkingin sæst í útflutningsvirðinum fyri tosk og makrel, ið minkaði ávikavíst 140 og 192 milliónir krónur.
[px-graph-1]
[px-graph-2]
Talvan niðanfyri vísir útflutningin skiftan á ISSCFC fiskavørur. Tað hevur seinastu árini verið ein vøkstur í útflutninginum av fiskamjøli, fóðuri og lýsi.
[px-graph-3]
Uppsetanin av talvunum fyri innflutning og útflutning eru broyttar. Eitt nú kann bæði inn- og útflutningur veljast í øllum talvum. Somuleiðis kann bæði virði og nøgd veljast í øllum talvum.
Nýggja SITC talvan (UH01026) minnir um gomlu talvurnar (UH01020 og UH01021). Annars eru hesar broytingar:
- Farið verður frá 4. útgávu av BEC til 5. útgávu.
- Fyri fiskavørur brúka vit ISSCFC flokkingina hjá FAO.
- Fiskasløgini fylgja flokkingini MCS (Main Commercial Species) hjá The European Market Observatory for fisheries and aquaculture products (EUMOFA), sum ES nevndin hevur sett á stovn. Harumframt ber í hesu talvu til at síggja, hvussu fiskurin er viðgjørdur og hagreiddur.
Í ISSCFC eru nógvar vørur og tískil ber til at leita tær vørur fram, brúk er fyri. Leitast kann eftir kotum og teksti.
Í løtuni er alt ikki umsett til føroyskt. Haldið okkum til góðar. Í ISSCFC talvuni ber til at leita á enskum. Ætlanin er at alt við tíðini verður umsett til føroyskt.