Fólkatal
11. sep 2023
Stívliga 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. august - vøksturin er 1,2%

1. august búðu 54.738 fólk í Føroyum. Tað eru 641 fleiri enn 1. august í fjør. Vøksturin er 1,2%, sum er meiri enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,1%.

Fólkatalið heldur fram við at vaksa, og seinasta árið kom árligi vøksturin upp á 1,2% eftir at hava ligið um 1,1% í nakrar mánaðir. Um hugt verður nærri at samansetingini í fólkavøkstrinum sæst, at býtið millum ríkisborgaraskapirnar er broytt. Meðan tað áður fyrst og fremst hava verið danskir ríkisborgarar, sum hava staðið fyri fólkavøkstrinum, hevur nú meginparturin av teimum, sum leggjast aftur í Føroyum, annan ríkisborgaraskap enn danskan. 

[px-graph-1]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 197 fólk og eini nettoflyting á 444 fólk.  Talvan niðanfyri vísir, at seinasta árið var lítil vøkstur í burðaravlopinum og lítil minking í nettoflytingini samanborið við undanfarna tíðarskeið.

august

Nettoflytingin stendur í stað

Trendarnir vísa, at munurin millum tilflyting og fráflyting ikki er broyttur stórvegis seinastu mánaðirnar. Gongdin í tilflytingini minkaði nakað síðsta heyst, men hevur síðan tá staðið í stað - eins og gongdin í fráflytingini hevur. Nettoflytingin tykist tí inntil víðari at standa í stað. Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini.

[px-graph-3]

Burðaravlopið veksur

Trendarnir vísa, at munurin millum fødd og deyð er vaksin seinastu mánaðirnar. Hesin spakuligi vøksturin í burðaravlopinum kemur aftan á stóru minkingina í fjør, sum stóðst av, at færri føddust og fleiri doyðu enn vanligt. Seinastu mánaðirnar er føðitalið spakuligani minkað. Deyðatalið er tó minkað meira, og sostatt veksur burðaravlopið. Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. 

[px-graph-2]

Ikki-danskir ríkisborgarar fleiri í tali

Danskir ríkisborgarar fylla ikki eins nógv í fólkavøkstrinum sum áður. Harafturímóti er talið av persónum, sum hava annan ríkisborgaraskap enn danskan, vaksandi. 86% av teimum, sum løgdust aftur at fólkatalinum síðstu tvey árini, høvdu annan ríkisborgaraskap enn danskan. Broytingin sæst aftur í myndini niðanfyri. 

[px-graph-4]

Størsti vøkstur í størstu kommununum

Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Runavíkar og Klaksvíkar kommunu. Síðani í Nes og Sjóvar kommunu. Í bygdunum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, Klaksvík, Saltangará og á Strondum. Í nøkrum bygdum setir fólkatalið met mánaða fyri mánaða. Eitt nú kann nevnast, at fólkatalið á Toftum og á Strondum er farið upp um 1.000, og at fólkatalið í Syðrugøtu hevur rundað 500 fyri fyrstu ferð. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. aug. 2022 og 2023. 
 

[px-graph-5]

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum