Løn (A-skattað)
14. okt 2021
910 milliónir í lønum í september — støðugur vøkstur
Trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar, vísir, at eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, vaksa lønargjaldingarnar nú aftur.
[px-graph-1]
Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan á tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo.
Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. lønargjaldingarnar ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í lønargjaldingunum.
Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara.
Menn og kvinnur
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.
Í september áttu menninir um 560 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til góð 60% av útgoldnu lønunum. Tað eru 16 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 350 milliónir, sum eru 15 milliónir meira enn sama mánað í fjør.
Trendurin vísir, at hjá kvinnum heldur vøksturin fram og hjá monnunum vaksa lønargjaldingarnar aftur eftir eitt ár í stillstøðu.
[px-graph-2]
Vinnugreinar
Trendurin vísir, at vøkstur framvegis er í lønargjaldingunum í 'almennari o.a. tænastu'. Í 'privatu tænastuvinnunum' vaksa lønirnar nú aftur, meðan í 'byggivinnu o.a. tilvirking' minka lønargjaldingar.
[px-graph-3]
[px-graph-4]
Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinasta árið taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri.
[px-graph-5]
Stutt um lønargjaldingarnar
Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí.
Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.
Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar
Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting
Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.