Innflutningur av vørum
16. jun 2021
Innflutningurin 8,2 mia. seinasta árið

Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum (mai 20 - apr. 21) var 8,2 mia. kr. Tað er 300 mió. kr. minni enn undanfarna skeið.

Innflutningurin í apríl er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

Skipainnflutningurin er minkaður 450 mió. kr.

Tað, sum er innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er vaksið 250 mió. ella 15%.

Innflutningurin av maskinum, útgerð og tilfari til vinnuna er vaksin.

 

[px-graph-1]

 

PX Web Graph News