Fólkatal
12. Mai 2025
Knapt 54.850 fólk búðu í Føroyum 1. apríl — vøksturin var 0,6%

Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá fólkatalið vaks við umleið 900 fólkum ella 1,8 prosentum uppá eitt ár. Síðan tá er fólkavøksturin støðugt minkaður niður í ein triðing, og seinastu tólv mánaðirnar vaks fólkatalið við 311 fólkum, sum svara til 0,6 prosent. Burðaravlopið og nettoflytingin fyltu á leið hvør sína helvt av vøkstrinum seinasta árið.
[px-graph-1]
Óbroytt burðaravlop og minni nettoflyting
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 149 og eini nettoflyting á 162 fólk. Broytingin í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar var í nettoflytingini. Orsøkin var, at tilflytingin minkaði meir enn fráflytingin minkaði.
Tá burðaravlop og nettoflyting verða sett í mun til fólkatalið, svarar tað til eitt burðaravlop á 2,7 børn fyri hvørji 1.000 fólk og eitt nettoavlop á 3,0 fólk fyri hvørji 1.000 fólk. Samanborið við tíðarskeiðið frá 1. apríl 2023 til 1. apríl 2024 var burðaravlopið tað sama meðan nettoflytingin var minni. Tá var burðaravlopið á 2,7 og nettoflytingin á 4,2 fyri hvørji 1.000 fólk.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri.
Færri flyta frá
Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Trendurin fyri flytingarnar mánað fyri mánað gevur ábending um, at gongdin í tilflytingini ikki minkar eins nógv og áður, meðan minkandi gongdin í fráflytingini heldur fram.
[px-graph-3]
Fleiri fødd
Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.
Trendurin fyri føðitalið mánað fyri mánað gevur ábending um, at gongdin í føðitalinum, sum hevur verið spakuliga minkandi síðan 2020, er vend til ein vøkstur, meðan gongdin í deyðatalinum er meira støðug.
[px-graph-4]
Fólkatalið í kommununum
Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Nes, Sjóvar og Skálavíkar kommunu. Í teimum kommununum vaks fólkatalið serliga í Tórshavn, á Strondum, Á Toftum, á Argjum og í Skálavík. Aðrar bygdir við fólkavøkstri seinasta árið vóru Saltangará, Hvannasund, Leirvík, Sørvágur, Streymnes og Klaksvík.
Fólkatalið minkaði mest í Vágs, Tvøroyrar og Viðareiðis kommunu. Í teimum kommununum minkaði fólkatalið mest í Vági, Froðba og á Viðareiði.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. mars 2024 og 2025.
[px-graph-5]
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.
Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.