Fólkatal
10. feb 2023
Stívliga 54.250 fólk búðu í Føroyum við ársbyrjan — vøksturin er 1,3%

Í fjør vaks fólkatalið við 678, og 1. januar búðu 54.255 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein árligan fólkavøkstur á 1,3% - tað sama sum í 2021. Samanborið við 2021 fyllir nettoflytingin meiri og burðaravlopið minni.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á níggjunda ári. Seinasta árið hevur hann verið lakari enn undanfarnu árini, og tað kemur serliga av stóru minkingini í burðaravlopinum. Hinvegin vigar ein vøkstur í nettoflytingini í stóran mun upp ímóti hesum, so samanumtikið vísir trendurin í myndini niðanfyri framhaldandi vøkstur í fólkatalinum. 

[px-graph-1]

Størri nettoflyting — minni burðaravlop

Fólkatalið verður ávirkað av burðaravlopinum, sum er munurin millum tal av føddum og tal av deyðum, og nettoflytingini, sum er munurin á tilflyting og fráflyting. Av fólkavøkstrinum í 2022 fylti burðaravlopið áleið ein fimting og nettoflytingin fýra fimtingar. Hóast lutfalsligi fólkavøksturin er tann sami sum í 2021, so er lutfallið millum burðaravlopið og nettoflytingina broytt. Tá stavaði ein triðingur av fólkavøkstrinum frá burðaravlopinum og tveir triðingar frá nettoflytingini. Skiftið í lutfallinum kemur av, at samstundis sum burðaravlopið minkaði í 2022, vaks nettoflytingin. Burðaravlopið minkaði, tí færri føddust og fleiri doyðu enn í 2021. Nettoflytingin vaks, tí vøksturin í tilflytingini var størri enn vøksturin í fráflytingini. 

Støðug fráflyting — vaksandi tilflyting

Myndin niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini. Trendurin vísir, at bæði til- og fráflytingin minkaðu í 2020. Hetta vardi tó ikki leingi, og við ársenda í 2020 kom gongd aftur á flytingarnar. Fráflytingin vaks lutfalsliga skjótt fram móti heysti í 2021, og síðani tá hevur hon ligið um 120 í miðal mánaðarliga. Tilflytingin hevur verið javnt vaksandi síðani síðst í 2020 og er vaksin nakað meiri enn fráflytingin. Nú flyta í miðal 165 fólk til Føroya mánaðarliga. 

[px-graph-2]

Støðugt føðital — minkandi deyðatal

Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendurin vísir, at høga deyðatalið í fyrru helvt av 2022 er minkað niður aftur á undanfarna stig, og nú doyggja millum 30 og 35 í miðal mánaðarliga. Gongdin í føðitalinum hevur verið støðug í útivið hálvtannað ár, og nú verða millum 50-55 børn fødd í miðal mánaðarliga. 

[px-graph-3]

Frá bygdaráði til býráð

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. januar 2022 og 2023.

Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Runavíkar og Sjóvar kommunu. Síðani kemur Nes kommuna, har fólkatalið fyri fyrstu ferð er farið upp um 1.500. Sostatt kann bygdaráðið í Nes kommunu nú kalla seg fyri býráð. Nú eru níggju kommunur í Føroyum við fleiri enn 1.500 íbúgvum. 

Í níggju út av 29 kommunum minkaði fólkatalið. Størsta minkingin var í Sumbiar kommunu, har fólkatalið minkaði við 14 íbúgvum seinasta árið.

[px-graph-4]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum