BTÚ og høvuðstøl
14. okt 2022
Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaks átta prosent í 2021

Vøkstur var aftur í bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum í 2021 eftir afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini í 2020. Bruttotjóðarúrtøkan var góðar 22,9 milliardir krónur, tað eru 431 túsund krónur fyri hvørt fólkið. Vøksturin var 1,7 milliard krónur, sum svarar til átta prosent, samanborið við 2020.

Tjóðarroknskapurin er bæði ein heildarmynd av búskapinum, ein sundurgreinað lýsing av viðskiftum millum búskaparligu geirarnar í samfelagnum, umframt viðskifti Føroya við umheimin. Bruttotjóðarúrtøkan, ið er mát fyri samlaðu virðisskapanina í marknaðarprísum í landinum eitt ávíst tíðarskeið, er eitt av lyklatølunum í tjóðarroknskapinum.

Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum var stívliga 22,9 milliardir krónur í 2021. Tað eru 1,7 milliardir krónur meira enn í 2020 og ein vøkstur á átta prosent. Talan er um lutfalsliga stóran vøkstur, ið tó er nakað minni enn vøksturin árini 2016 og 2019. 

[px-graph-1]

Havast skal í huga, at tølini eru í ársins prísum. Talan er um lýsing av virði av ymsum mátum, ið eru samansett av prísum og mongdum ár fyri ár og ikki um mát fyri mongdarbroyting. Myndin vísir bruttotjóðarúrtøkuna árini 1998 til 2021.

[px-graph-2]

Virðisøkingin nú omanfyri 20 milliardir krónur

Talvan niðanfyri vísir virðisøkingina í ársins prísum, skift á vinnugreinabólkar árini 2020 til 2021. Virðisøkingin vaks góða hálvaaðru milliard krónur ella 8,1 prosent í 2021 samanborið við 2020.

Størsta framgongdin var í vinnugreinini ‘fiskaaling’, virðisøkingin var næstan 370 milliónir krónur, sum svarar til ein vøkstur á 42 prosent. Tøkan í alivinnuni setti met í 2021, umframt laksaprísir vóru hægri. Ein fjórðingur av vakstrarískoytinum í samlaðu virðisøkingini í 2021 samanborið við 2020 stavar frá fiskaaling. 

[px-graph-3]

Vøkstur var eisini innan matvøruídnaðin, sum í høvuðsheitum er virking av matvørum úr tilfeingisvinnum til útlendskar marknaðir. Virðisøkingin var næstan 12 prosent hægri. Útflutningurin av fiskavørum vaks hálvaaðru milliard krónur í 2021 í mun til 2020. Tað ávirkar eisini gongdina í vinnugreinini 'flutnings- og goymsluvinna', sum hevði ein vøkstur í virðisøkingini á næstan tíggju prosent. 

Flestu vinnugreinarnar vóru við til at dríva vøksturin í virðisøkingini í 2021, men í byggivinnuni var minni virðisøking í 2021. Hon minkaði við góðum seks prosentum. Virðisøkingin í byggivinnuni er vaksin lutfalsliga nógv seinastu árini, men nú tykist vend at vera komin í ta gongdina.

Fyri flestu tænastuvinnurnar vaks virðisøkingin í 2021 eftir afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini í 2020. Føroyingar høvdu eina lutfalsliga stóra nýtslu í Føroyum, virðisøkingin í vinnugreinini 'smá- og heilsøla, gisting og matstovuvinna' var næstan 22 prosent størri. Eisini komu fleiri ferðafólk til Føroya í 2021 enn í 2020, tó er ferðavinnan ikki komin aftur á sama stigið sum í 2019.

Misjavnt vakstrarískoyti frá ymsu vinnubólkunum

Myndin niðanfyri vísir vakstrarískoytið býtt á yvirskipaðu vinnubólkarnar árini 2019 til 2021. Her sæst, hvussu stóra ávirkan broytingarnar í ymsu vinnunum hava á samlaðu árligu broytingina í virðisøkingini. 

[px-graph-4]

Flestu tænastuvinnurnar stóðu seg væl í 2021, og vakstrarískoytið hjá tænastuvinnunum var 4,1 prosent. Tað svarar til omanfyri helmingin av broytingini í bruttovirðisøkingini í 2021. Ídnaður, orka og bygging hava havt positivt vakstrarískoyti øll trý árini frá 2019 til 2021. í 2021 er tað serliga matvøruvirkingin, sum hevur positivt íkast, meðan byggivinnan hálar hinvegin. Eisini hevur almenn fyrisiting og tænasta positiva ávirkan á samlaðu árligu broytingina í virðisøkingini. Vakstrarískoytið sveiggjar millum 1,1 og 1,3 prosent. Tilfeingisvinnan hevði eitt vakstrarískoyti á 1,9 prosent í 2021. Hesin vinnubólkur er tann, ið vanliga sveiggjar mest. 

Prísvøkstur ávirkar bruttotjóðarúrtøku í ársins prísum

Brúkaraprístalið vaks 2,7 prosent í 2021, sum gevur ábendingar um, at ein partur av vøkstrinum í bruttotjóðarúrtøkuni í ársins prísum stavar frá inflatión. Brúkaraprístalið er eitt mát fyri inflatión, men er ikki eitt mát fyri heildarinflatiónina í búskapinum, tí tað bert mátar prísbroytingar á nýtsluvørum og tænastum, sum húsarhaldini keypa. Tað fevnir sostatt ikki um t.d. íløguvørur og tilfarsnýtslu hjá vinnuni, prísir innan almenna nýtslu ella útflutningsprísir. Kortini er brúkaraprístalið eitt gott mát fyri og gevur ábendingar, um inflatiónin í einum búskapi er vaksandi ella minkandi.

Tjóðarroknskapurin við smærri rættingum

Í samband við útgávu av tjóðarroknskapinum frá mars í ár var gjørd ein størri endurskoðan av tjóðarroknskapinum fyri øll árini frá 1998 til 2020. Til hesa útgávuna eru smærri rættingar gjørdar umframt. Ávirkanin av hesum rættingum er ymisk frá einum ári til annað, men yvirskipaða myndin er tætt við óbroytt. Í 2019 og 2020 hækkar bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum við ávikavist 46 og 52 milliónum krónum, soleiðis at árliga prosentbroytingin í 2020, sum í mars var -2,8 prosent, nú er -2,7 prosent.

PX Web Graph News