Fólkatal í Suðuroyar øki
14. apr 2020
Vit vóru 52.337 tann 1. mars - og vøksturin heldur fram

Tann 1. mars í ár var fólkatalið 52.337 og vaks sostatt við 841 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. mars 2019 – 1. mars 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopi á 273, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 568, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum.

Trendurin vísir framhaldandi vøkstur í fólkatalinum

Nú hava vit í seks ár havt ein støðugan vøkstur í fólkatalinum, soleiðis at tað framhaldandi leggjast eini 70 fólk afturat mánaðarliga. Og enn  sæst ongin ábending um nakra broyting í hesi gongdini, sum sæst av myndini niðanfyri.

"

Nettoflytingin økir um fólkatalið við gott 45 fólkum mánaðarliga.

Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum. Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið í eini rættiliga fastari legu um 95-100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt øll árini síðani 2011 úr eini 100 fólkum upp móti 145 mánaðarliga.

Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú gott 45 fólk mánaðarliga.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað.

"
 

Burðaravlopið økir um fólkatalið við 20-25 fólkum mánaðarliga

Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men síðstu tvey árini gevur hann eina ábending um eitt barnatal um 55 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er útvið 670 árliga.

Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er um 30-35 mánaðarliga.

Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum (tað er munurin millum fødd og deyð), telur tí 20-25 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum.

"

Vøkstur í øllum høvuðsøkjum, men størstur í miðøkinum

Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum høvuðsøkjum. Men stórur munur er millum økini. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 409 fólkum og í Eysturoy við 229. Síðan koma Norðoyggjar við 82 fólkum, Vágar við 63, Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin við 34, og nú er eisini vaksið í Suðuroy við 19 fólkum og í Sandoyar økinum við 5 fólkum.

Lutfalsliga var størsti vøksturin í miðøkinum: í Tórshavnarøkinum við 2,1%, í Eysturoy við 2,0% og í Vágum við 1,9%. So er eitt glopp niður til Norðoyggjar við 1,3%, aftur eitt glopp niður til Streymoyarøkið annars við 0,7% og Suðuroy og Sandoyar økinum við 0,4% hvør.

t1

Í myndini niðanfyri er fólkatalið í øllum høvuðsøkjum í landinum sett til 100 í 1. jan. 2014, so vit kunnu síggja prosentvísu gongdina frá hesum degi fram til 1. mars 2020. Hesi seks árini hevur størsti vøksturin verið í Eysturoy, Tórshavnarøkinum og Vágum við 10-12%, síðani í Norðoyggjum og Streymoyarøkinum annars við 6-7%, meðan ongin vøkstur hevur verið sunnanfjørðs í Sandoyar og Suðuroyar økinum, tá hesi 6 árini vera tikin í einum.

"

Miðøkið tekur meginpartin av fólkavøkstrinum

Tað eru serliga Tórshavnarøkið, Eysturoy og Vágar, sum fara við størsta partinum av fólkavøkstrinum, eisini tá vit rokna í mun til fólkatalið í ymisku økjunum í landinum. Hinvegin fáa Norðoyggjar ein minni part, sum eisini er nakað minni enn teirra partur av øllum fólkatalinum. Men minsta partin av fólkavøkstrinum fáa Sandoyar og Suðuroyar sýslur.

"

Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin her var 409 fólk, svarandi til næstan 49% av  fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Í Eysturoy búgva knappliga 23% av fólkinum í Føroyum. Vøksturin har á 229 fólk svarar til 27% av fólkavøkstrinum fyri alt landið.

Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum - teirra partur av fólkavøkstrinum er nakað minni og svarar til 10%.

Í Vágum búgva stívliga 6% av fólkinum og teirra partur av vøkstrinum var góð 8%. Í Suðuroy búgva 9% av fólkinum, men teirra partur av fólkavøkstrinum var bara góð 2%.

Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi

Tveir tættir gera av, hvussu gongdin er í fólkatalinum. Tað eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting).  Á myndini niðanfyri sæst, at tað er nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum í øllum sýslum í landinum. Men her sæst eisini týðiliga, at bæði í Sandoyar og Suðuroyar sýslum er tað ikki nettoflytingin sum er trupulleikin, men at her er onki ískoyti frá burðaravlopinum, tí her eru tað fleiri sum eru deyð, enn børn ið verða fødd.

m6

Kommunurnar

Verður hugt eftir einstøku kommunum er nógv størsti vøkstur í tali í Tórshavnar og Runavíkur kommunum. Men lutfalsliga er tann størri vøksturin í Runavíkar kommunu, sum veksur við 2,5% og Tórshavnar við 1,9%.

t2
Sum heild er vøksturin stórur í Eysturoyar kommunum - umframt í Runavík, so í Eiðis kommunu við 2,7%, Fuglafjarðar kommunu við 1,9% og Eystur kommunu við 1,7%.

Í Norðoyggjum er vøksturin í Klaksvíkar kommunu júst tann sami sum miðaltalið fyri alt landið 1,6%,. Stórur vøkstur var í Kunoyar kommunu við 5,4% og minking í Viðareiðis kommunu við 3,6%.

Í Vágum var vøksturin 3,3% í Sørvágs kommunu og 1,1% í Vága kommunu.

Í Sandoyar sýslu minkar Skopunar kommuna við 12 fólkum, ið er 2,7%, meðan vøkstur er í hinum.

Í Suðuroy er ein lítil vøkstur í teim størri kommununum, Tvøroyri, Hvalba og Vági, meðan tað minkar í Hovs, Porkeris og Sumbiar kommunum.

Samanumtikið er vøkstur í 23 kommunum, meðan fólkatalið stendur í stað í einari og minkar í 5.
Á myndini niðanfyri eru kommunurnar settar í raðfylgju frá størstu minking til størstan vøkstur í tali.

"
 

Av útoyggjum veksur í Svínoy, hinar halda tørn – men nú er avfólkað í Koltri

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, serliga í Streymoy, Eysturoy og Vágoy. Eitt sindur minni vøkstur í Borðoy, og tað minkar í Viðoy.

Av smæstu oyggjunum er lutfalsliga stórur vøkstur í Svínoy, Kunoy og Nólsoy. Lítil vøkstur er í Mykinesi. Skúvoy og Stóra Dímun halda tørn, meðan tað spakuliga minkar burturav í Hestoy. Her er Skúvoy nú á 30 fólkum og Hestoy á 18 fólkum. Fyri 30 árum síðani búðu 84 fólk í Skúgvi og 57 í Hesti.

t3

Fólkatølini eru ein mánað afturút:
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini:
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin:
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.