Arbeiðsloysi
25. jun 2024
Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í mai

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í mai, sum svaraði til 285 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent við 209 fulltíðararbeiðsleysum.
Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í mai vóru 319 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 82 fleiri enn í mai í fjør.
[px-graph-1]
Minni arbeiðsloysi millum kvinnur
Í mai vóru 167 fulltíðararbeiðsleysir menn, ið svarar til 1,0 prosent. Hetta er 0,3 prosentstig hægri enn í sama mánað í fjør. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 0,8 prosent ella 118 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. Tað er 0,1 prosentstig hægri samanborið við mai í fjør.
[px-graph-2]
Arbeiðsloysið størst í Suðuroyar øki
Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í mai var arbeiðsloysið størst í Suðuroyar øki við 2,8 prosentum. í Sandoyar øki var arbeiðsloysið minst við 0,2 prosentum.
[px-graph-3]
Størst arbeiðsloysi millum tey 25 til 34 ára gomlu
Av teimum 25 til 34 ára gomlu vóru 1,2 prosent arbeiðsleys í mai. Minsta arbeiðsloysið var millum tey 55 til 66 ára gomlu við 0,7 prosentum.
[px-graph-4]
9,4 prosent eru langtíðararbeiðsleys
Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í mai vóru 30 persónar ella 9,4 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Tað er 1,6 prosentstig lægri samanborið við í fjør, men fýra persónar fleiri eru langtíðararbeiðsleysir. Í mai var størsti bólkurin av arbeiðsleysum tey, sum hava verið arbeiðsleys millum 90 til 179 dagar.
[px-graph-5]
Arbeiðsloysi sum hugtak
Arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya og hjá hagstovum í londum kring heimin fylgir allýsingum um arbeiðsloysi hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum.
Eftir allýsingini eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Í mánaðarligu arbeiðsloysisuppgerðini hjá Hagtovu Føroya eru arbeiðsleys tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum og lúka allýsingina omanfyri.