Inntøkubýti
19. Mai 2020
Inntøkubýtið óbroytt í Føroyum

Fimtingslutfallið og gini-talið standa í stað.

Ginitalið og fimtingslutfallið eru tvey av mátum, sum kunnu lýsa, hvussu javnt ella ójavnt inntøkurnar eru býttar í einum landi (Onnur mát eru at finna í hagtalsgrunninum). 

Gini-vísitalið framvegis 22,7

Gini-talið lýsir ójavnan í inntøkubýtinum. Um øll hava somu inntøku, er talið 0, og hevur eitt húski alla inntøkuna í samfelagnum, er talið 100.

Ginitalið vísir 22,7 fyri 2018, sum er tað sama sum árið fyri. Til samanberingar var gini-talið í Danmark 27,8, í Íslandi 23,4, í Noregi 24,8, í Svøríki 27,0 og í Finnlandi 25,9 hetta árið.

[px-graph-1]

[px-graph-2]

Fimtingslutfallið enn 3,1

Her verða borgararnir býttir í 5 eins stórar partar eftir javnvirðisinntøku. Síðani verður roknað, hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ríkasti fimitparturin ræður yvir samanborðið við tann fátækasta fimtapartin.

Í 2018 var ríkasti fimtiparturin í Føroyum 3,1 ferðir ríkari enn fátækasti fimtiparturin. Sum grafurin og talvan niðanfyri vísa, hevur hetta mát verið støðugt seinastu árini. Í 2009 var ríkasti fimtiparturin 2,7 ríkari ferðir enn fátækasti fimtiparturin.

[px-graph-3]

[px-graph-4]

Inntøkutølini er eitt gott ár afturút

Skattaskráin hjá TAKS er grundarlagið undir inntøkuuppgerðini. Skráin er ikki er liðug uppgjørd fyrr enn gott og væl eitt ár eftir uppgerðarárið, tá inntøkurnar liðugt líknaðar. 

Javnvirðisinntøka

Í hesum útrokningunum verða ikki vanligu inntøkurnar hjá borgarunum ella húskjunum brúktar. Brúkt verður eitt javnvirðismát, sum er eitt roknað mát fyri, hvussu nógv tey ymsu húskini hava til nýtslu eftir skatt. Hetta verður nevnt javnvirðisinntøka (Equivanlence income).
Javnvirðisinntøkan verður roknað fyri hvørt húski sær, sum samlaða inntøkan eftir skatt, men lagt verður upp fyri, hvussu stórt húskið er og hvussu nógv vaksin og børn eru í húskinum. 
Eitt stórt húski hevur á fleiri økjum færri útreiðslur upp á seg fyri hvønn persón. Við at leggja upp fyri støddina á húskinum, fæst eitt standariserað mát fyri, hvussu møguleikarnir hjá samlaða húskinum eru at nýta sína inntøkur. Síðini ber til at býta javnvirðisinntøkuna hjá húskinum við tali á fólkum í húskinum fyri at fáa javnvirðisinntøkuna hjá tí einstaka. Eftir hesum leisti, verður hon eins fyri øll í húskinum. 

PX Web Graph News