Lønargjaldingar
04. mai 2020
845 milliónir í lønum í apríl - vøksturin steðgar upp

Tað vórðu knappar 845 milliónir útgoldnar í lønum í apríl. Tað eru bara 4 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Vøksturin, sum hevur verið í lønargjaldingunum seinnu árini steðgar upp. Serliga sæst eitt fall í privatu tænastuvinnunum.
Uppgerðin fevnir um løn — arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum telja soleiðis ikki við í uppgerðini. Les meira um uppgerðina í kunningarkassanum undir greinini

Samlaðu útgoldnu lønirnar og gongdin í lønargjaldingunum síggjast á myndini niðanfyri.

Í apríl vórðu 845 milliónir útgoldnar í lønum. Tað eru góðar 4 milliónir ella 0,5% meira enn sama mánað í fjør. Gongdin, sum er lýst við trendinum vísir, at vøksturin sum hevur verið í lønargjaldingunum seinnu árini fjarar burtur.

[px-graph-1]

Niðanfyri síggjast lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini.

Í apríl fingu menn útgoldið knappliga 520 milliónir í løn og kvinnur góðar 325 milliónir. Samanborið við sama mánað í fjør fingu menn góðar 10 milliónir ella 2,1% meira í sín part, meðan kvinnur hinvegin fingu 6 milliónir ella 1,9% minni í sín part. 

Trendurin vísir framvegis ein lítlan vøkstur í lønargjaldingunum hjá monnum, men tann vøksturin viknar. Hjá kvinnum vísir trendurin ongan vøkstur í lønargjaldingunum og ábendingar eru heldur um, at tær minka.

[px-graph-2]

Tær fýra myndirnar niðanfyri vísa lønargjaldingarnar í teimum fýra vinnugreinabólkunum, 'almennar tænastuvinnur', 'privatar tænastuvinnur', 'fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur' og 'bygging o.o. tilvirking'.

Bláa linjan í myndini vísir útgoldnu lønirnar seinastu tvey árini. Bláu prikkarnir vísa útgoldnu lønirnar í mars og apríl mánaði í ár.

Myndin vísir eisini framrokning av, hvussu mars- og aprílmánaður kundi væntast at sæð út undan koronafarsóttini, um gongdin í lønargjaldingunum var óbroytt. Reyðu prikkarnir vísa framroknaðu metingina (punktestimatið) fyri mars og apríl. Gráa økið vísir óvissuna (80% og 95% sannlíki).

Ein samanbering millum útgoldnu lønirnar og framrokningina í mars og apríl vísir, at tað eru privatu tænastuvinnurnar, sum bróta frá væntaðu gongdini.

Í privatu tænastuvinnunum vórðu úgoldnar 234 milliónir í lønum í apríl. Framrokningin vísti 271 milliónir í apríl. Tað er ein munur á 37 milliónir ella 14% samanborið við metingina.

 Grafur

Hinir vinnugreinabólkarnir fylgja væntaðu gongdini.

Grafur

Grafur

Grafur

Fall í vinnugreinum í privatu tænastuvinnunum

Av privatu tænastuvinnunum er tað í vinnugreinunum 'gistihús og matstovuvirki', 'handil og umvæling', 'flutningur annars' og 'húsarhaldstænastur', at niðurgongdin sæst best. 

Í vinnugreinini 'Gistihús og matstovuvirki' vóru útgoldnar 4 milliónir í løn. Framrokninga metingin, sum tekur støði í gongdini í lønargjaldingunum undan koronafarsóttini, er fyri apríl mánað 13 milliónir. Tað er eitt fall á næstan 9 milliónir ella 70% í mun til framroknaðu metingina.

Grafur

Innan 'Handil og umvæling' vórðu útgoldnar 68 milliónir í løn. Metingin vísir 76 milliónir. Tað er ein munur upp á 8 milliónir ella 10% í mun til metingina.

Grafur

Í 'Húshaldstænastum', ið m.a. fevnir um reingerð, ruskinnsavnan, hárfríðkan, vakurleikarøkt og venjingarmiðstøðir, vórðu útgoldnar knappar 7 milliónir í apríl. Metingin er knappar 9 milliónir. Tað er ein munur á 2 milliónir ella 21%.

Grafur

Innan 'Flutning annars', ið fevnir m.a. um farmabilflutning, bussleiðir, rutuferðsla, hýrukoyring og  annan ferðafólkaflutning eftir landi, vóru útgoldnar 22 millónir í apríl. Metingin var 31 milliónir. Tað er ein munur á 9 milliónir ella 29%.

Grafur

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. B-skattskyldugar inntøkur, samsýningar, arbeiðsloysisstuðul og lønarískoyti frá arbeiðsloysisskipanum og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki taldar við.

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppí uttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

Stutt um framrokningina

Hvør einstøk framrokning er gjørd sum ein kombinerað framrokning við trimum hagfrøðiligum myndlum. Framrokningarnar eru valideraðar við training og testsetti í einum 12 mánaðar tíðarskeiðið. Valideringarnar hava verið bæði numeriskar og visuellar í mun til 12 mánaðar-testsettið.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News