Fólkatal
10. feb 2021
Eisini í fjør skapti stórt føðital, lágt deyðatal, stór tilflyting og minni fráflyting ein stóran fólkavøkstur

Tann 1. janurar í ár var fólkatalið 52.967. Tað er vaksið við 848 fólkum ella 1,6% í mun til somu tíð í fjør. Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur, Nes, Vágs og Tvøroyrar kommunum. Merkisvert er lutfalsliga stóri fólkavøksturin í Sandoy og nú eisini í Suðuroy. Hinvegin er vøksturin uppsteðgaður í Vágum.

Fólkavøksturin er ikki viknaður síðsta árið. Ein fólkavøkstur á 848 ella góð 1,6% er tað sama sum í undanfarna 12-mánaðarskeiðinum, tá ið fólkatalið vaks við 837. Munurin stendst av, at hóast nettotilflytingin var 30 fólk færri, so var burðaravlopið 41 fólk fleiri – sum sæst í talvuni niðanfyri.

t1

Nógvar umstøður eru munandi broyttar síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi í fjør vár. Tó tykist hetta ikki at hava elvt til nakra broyting í gongdini í fólkatalinum. Hóast nettotilflytingin er minkað eitt vet, er burðaravlopið vaksið, og tí vísir trendurin sama rákið í fólkatalinum nú sum tey síðstu sjey árini.

"

Framvegis stór nettotilflyting til Føroya

Tann mest avgerandi tátturin í gongdini í føroyska fólkatalinum er flytingin millum Føroyar og útlond. Síðstu sjey árini hava vit sæð, at fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt stórt og vaksandi íkast til fólkavøksturin. Hendan gongdin er broytt nakað síðsta árið. Tilflytingin er framvegis stór, men økist ikki longur, heldur minkar hon eitt lítið sindur. Fráflytingin heldur tó enn fram við at minka sum árini frammanundan. Samanlagt er úrslitið, at nettoflytingin til Føroya framvegis er serstakliga stór.

"

Stórt burðaravlop – serliga tí deyðatalið er minkað

Í mun til 2019 var burðartalið nakað tað sama í fjør. Samanbera vit bæði árini, sæst at føðitalið er 678, sum eru fimm færri enn árið fyri. Hinvegin doyðu 46 færri, so úrslitið av hesum – burðaravlopið – veksur við 41 upp í 313. Tá ið burðaravlopið var upp á tað minsta fyri níggju árum síðani, var tað knappliga 200 og er vaksið spakuliga síðani. Vit skulu aftur til 2004 fyri at finna eitt burðaravlop oman fyri 300.

"

Fólkavøksturin í Suðuroy tann størsti í tvey áratíggju

Verður hugt at fólkavøkstrinum úti um landið (sí talvuna niðanfyri), er hann í tali nógv størstur í Tórshavnarøkinum og Eysturoy. Lutfalsliga er hann tó líka stórur í Sandoyarøkinum við 1,9%, samanborið við 1,8% í Eysturoy og 1,9% í Tórshavnarøkinum.

Tað sum ger stóru broytingina fyri Sandoyarøkið, er stór tilflyting aðrastaðni úr Føroyum og eisini úr útlondum. Hinvegin er onki íkast av burðaravlopinum.

Í Norðoyggjum er vøksturin 1,6% - tað sama sum í miðal fyri alt landið. Suðuroy fær heldur onki íkast av burðaravlopinum, ið tvørturímóti er negativt. Hinvegin er tað ein stór nettotilflyting sum ger, at fólkavøksturin í Suðuroy í fjør var tann størsti í tvey áratíggju.

Í Vágum er fólkavøksturin uppsteðgaður, og er tað serliga tí at innlendis flytingin er blivin negativ.

"

Eysturoy og Tórshavnarøkið 71% av øllum fólkavøkstrinum

Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin har var 46% av øllum fólkavøkstrinum í landinum. Í Eysturoy búgva 23% av fólkinum í Føroyum, og vøksturin har var 25% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum var nakað tað sama.

"

Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi

Avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at í øllum økjum í landinum - uttan í Vágaøkinum - er tað nettoflytingin, sum gevur størsta íkastið til fólkavøksturin.

Men her sæst eisini týðiliga, at í Sandoyar og Suðuroyar sýslum kemur allur vøksturin frá tilflytingini, tí at í Sandoyar sýslu er lítið og onki íkast frá burðaravlopinum og í Suðuroyar sýslu er tað eitt negativt burðaravlop, ið beinleiðis minkar um fólkavøksturin.

"

Kommunurnar

Verður hugt at einstøku kommununum, er nógv størsti vøkstur í tali í teim størstu kommununum:

  • Tórshavnar kommunu við 413 fólkum, svarandi til 1,9%
  • Klaksvíkar kommunu við 99 fólkum, svarandi til 1,9%
  • Runavíkar kommunu við 76 fólkum, svarandi til 1,8%
  • Eysturkommunu við 63 fólkum, svarandi til 2,9%
  • Nes kommunu við 62 fólkum, svarandi til 4,6%

Av øðrum stórum og miðalstórum kommunum er stórur vøkstur í Vágs kommunu við 3,0%, Tvøroyrar kommunu við 2,2% og Sjóvar kommunu við 2,1%.

Hinvegin minkar í Sørvágs kommunu við 1,2% og Fuglafjarðar kommunu við 0,9%

Ein minni vøkstur er í Vestmanna, Vága og Sunda kommunum.

Av smærri kommunum er stórur vøkstur í Kvívíkar (5,0%), Skopunar (3,9%), Viðareiðis (2,3%), Sands (1,3%) og Eiðis (1,0%). Í Hvannasunds kommunu stendur í stað, meðan tað minkar í Hvalbiar, Sumbiar og Kunoyar kommunum.  

Av minstu kommununum er vøkstur í Fámjins, Skúvoyar, Fugloyar kommunum, meðan tað stendur í stað í Skálavíkar og minkar í Húsavíkar og Hovs kommunum.

"

"

Oyggjarnar: eisini vøkstur í flestu útoyggjum

Eisini útoyggjar fáa ein part av fólkavøkstrinum. 10 fólk eru komin aftrat í Nólsoy, 3 í Skúvoy og 3 í Fugloy. Óbroytt er í Svínoy, Mykinesi og Stóru Dímun. Í Koltri býr ongin longur.

"

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Fólkatølini eru ein mánað afturút, tí at er at seinkingar eru í skrásetingunum. Serliga eru tað flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er av. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum .
Tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.