Løn (A-skattað)
17. jun 2025
13,1 milliard útgoldin í lønum seinastu 12 mánaðirnar — vøksturin er 5,5 prosent

Knappar 690 milliónir krónur, ella 5,5 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá juni 2024 til mai 2025 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
[px-graph-2]
Um hugt verður eftir trendinum, sæst at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini.
[px-graph-1]
Kvinnur, hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, eiga størsta partin av vøkstrinum
Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. Seinastu 12 mánaðirnar áttu kvinnur 39 prosent av samlaðu lønunum. Hetta er hálvt prosentstig hægri enn í undanfarna tíðarskeiði.
[px-graph-2]
Av vøkstrinum á 690 milliónir krónur, áttu kvinnur og menn næstan helvt um helvt. Útgoldna lønin hjá kvinnum var næstan sjey prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hjá monnum var lønin 4,7 prosent hægri.
Størstu vøkstur í krónum og lutfalsliga er hjá kvinnum, ið arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði. Tær áttu 40 prosent av samlaða vøkstrinum við 276 milliónum krónum, sum er ein vøkstur við 8,7 prosentum. Menn, ið arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði áttu næstan somu mongd við 266 milliónum krónum ella 39 prosentum. Her var vøksturin 4,6 prosent.
[px-graph-3]
Lønirnar minkaðar í uppsjóvarveiðu
Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðir frammanundan. Størsti vøkstur í krónum var í "Heilsu- og almannaverk" og næst í "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar". Í "Heilsu- og almannaverk" sæst, at tað er serliga undirbólkurin "Røktarvirksemi á bústovnum", sum hevur havt stóran vøkstur við yvir 10 prosentum.
Allar vinnugreinarnar hava havt vøkstur í lønarkrónum á ovasta stigi í flokkingini. Verður "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða" tó víðari útgreinað, sæst at minking er í uppsjóvarveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru góðar 75 milliónir ella 12 prosent minni seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.
[px-graph-5]
Størsti vøkstur í Sandoyar øki
Niðanfyri sæst prosentmunur í útgoldnum lønum seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið býtt á bústaðarøki. Sandoyar øki hevur havt størsta vøkstur við næstan tólv prosentum. Norðoya øki hevði minsta vøkstur við 4,2 prosentum.
Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.
[px-graph-4]
Miðallønin hjá kvinnum góður fjórðingur lægri
Í mai var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 36.152 krónur. Hetta eru 5 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Grafurin niðanfyri vísir miðallønina býtt á kyn. Í mai fingu kvinnur 30.251 krónur í miðal, sum er 27 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 41.640 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 6,3 prosentum hjá monnum og 3,3 prosentum hjá kvinnum. Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn.
[px-graph-7]
Um lønarhagtølini
Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum 'System of National Accounts' hjá ST og 'European System of Accounts' hjá Eurostat.
Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald.
Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands.
Broyting í hagtølunum í 2024
Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av lønarhagtølum, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaðu lønirnar vuksu eitt vet - serliga seinnu árini. Størsta orsøkin handan vøksturin er at hagtølini nú eisini fevna um teir arbeiðsgevarar, ið eru skrásettir í føroysku altjóða skipaskrásetingini (FAS-skipanini) og mettir at vera partur av føroyska búskapinum. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endað”.