Fátækaváði
12. sep 2023
Sami partur í fátækaváða — 7,7%

Í 2021 var parturin av fólki í fátækaváða 7,7%. Tað er á næstan sama stigi sum bæði í 2020 og 2019.

Talvurnar við hagtølum og hagtalsmátum um inntøkuviðurskifti hjá føroyingum eru dagførdar í hagtalsgrunninum til og við 2021. 

Fátækaváðin, á enskum "at-risk-of-poverty", er eitt altjóða mát, ið lýsir borgararnar í samfelagnum við lutfalsliga fáum nýtslumøguleikum. Grundarlagið undir hagtølunum er javnvirðisinntøkan, sum er ein roknað inntøka hjá hvørjum borgara eitt heilt ár. Sí meira um javnvirðisinntøku (video). Fátækaváðin sigur, hvussu stórur partur av borgarunum í samfelagnum hava eina javnvirðisinntøku, sum er lægri enn 60% av miðjavnvirðisinntøkuni í samfelagnum. 

Óbroyttur fátækaváði

Prosentparturin av teimum í fátækaváða fall frá 2018 til 2019 úr 9,9% niður í 7,7%. Í 2021 var parturin av fólki í fátækaváða 7,7%, sum er næstan á sama stigi sum í 2020, tá hann var 7,6%. Fátækaváðin hevur annars verið nakað størri. Prosentparturin av teimum í fátækaváða lá um 10% í tíðarskeiðnum 2012 til 2018.

[px-graph-2]

Færri eldri í fátækaváða

Orsøkin til fallið frá 2018 til 2019 var einamest, at aldursbólkurin 67 og eldri, sum í stóran mun hevur verið undir hesum marki, fór fyri ein part upp um markið í 2019 og heldur seg framvegis omanfyri í 2021.  Tað vóru einamest tey, ið eru 67 ár og eldri, har tey vóru tvey ella fleiri í húski, sum fóru upp um markið í 2019. Hinvegin er støðan hjá teimum støku 67 ár og eldri áleið tann sama í 2021, sum hon hevur verið, har meira enn helvtin av teimum enn eru undir fátækaváðamarkinum. 

[px-graph-4]

Størri fátækaváði í Sandoy og Suðuroy

Landafrøðiligur munur sæst á fátækaváða. Tað eru lutfalsliga fleiri undir markinum fyri fátækaváða í Sandoyar-økinum og Suðuroynni samanborið við restina av landinum. Prosentparturin av teimum í fátækaváða í Sandoyar-økinum er 13,2%, meðan 11,5% eru undir fátækaváðamarkinum í Suðuroy. Í hinum endanum eru Eysturoy og Suðurstreymoyar økið við ávikavist 6,7% og 6,8% av fólki í fátækaváða.

[px-graph-3]

Fleiri útgreinað tøl býtt á aldur, kyn, húskisslag og økir eru at finna í hagtalsgrunninum. Sí fleiri grafar o.a. á síðuni um fátækaváða, har eisini er greitt nærri frá allýsingini av hugtakinum í einum video.

PX Web Graph News
Viðm.: %-partur undir 60% av miðjavnvirðisinntøkuni