Útflutningur av vørum
18. Mai 2021
Útflutt fyri hálva aðru mia. minni
Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,4 mia. kr. 12-mánaðarskeiðið (apr. 20 - mar. 21) samanborið við undanfarna skeið.
Útflutningurin í mars er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.
Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum.
Minkingin av útfluttum laksi er oman fyri hálva mia. kr. Tað er ein minking á 13%. Nøgdin var áleið tann sama.
Útflutningurin av toski er minkaður næstan 400 mió. kr., sum svarar til eina minking á 33%. Minkingin er 34% í nøgd fyri tosk.
Eisini er minni útflutt av makreli. Har er minkingin 272 mió. kr. sum er 28%. Í nøgd er minkingin 15%.
[px-graph-1]
[px-graph-2]