20. jul 2023
Føroyar næstflest heilsustarvsfólk í Evropa fyri hvønn íbúgva

Danmark, Føroyar og Noreg hava flest heilsustarvsfólk á sjúkrahúsum tald í ársverkum borið saman við tey 20 londini í Evropa, sum hava upplýsingar tøkar um starvsfólk á sjúkrahúsum.

Nýggja uppgerðin fyri starvsfólki og ársverk á sjúkrahúsunum er gjørd eftir altjóða leisti og tí ber til at samanbera starvsfókatøl á okkara sjúkrahúsum við onnur lond. 

Tey føroysku tølini kunnu samanberast við 20 lond í Evropa, sum eru at finna í hagtalsgrunninum hjá hagtalsstovninum í ES, Eurostat, sum hava upplýsingar tøkar um starvsfólk og ársverk á sjúkarhúsumNýggjastu sambærligu tølini eru fyri 2021. Fyri Ísland eru nýggjastu tøl frá 2020. Talvan hjá Eurostat er tøk her

Uppgerðin er gjørd fyri Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Av tí at munandi partur av føroyskum sjúklingum verða viðgjørdir uttanlands, eru hesi starvsfólk eisini tald við í uppgerðina. Í grafunum niðanfyri eru Føroyar ávíkavist vístar við og ikki við ársverkum fyri viðgerð uttanlands. Sí meira í viðmerkingunum niðast í greinini.

Norðurlond flest heilsustarvsfólk fyri hvørjar túsund íbúgvar

Teir fýra høvuðstarvsbólkarnir innan heilsustarvsfólk eru læknar, sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður, atstøðingar í heilsurøkt og onnur heilsustarvsfólk.

Danmark, Føroyar og Noreg eru millum londini, sum hava flest heilsustarvsfólk á sjúkrahúsum fyri hvønn íbúgva, tald í ársverkum. Í Danmark eru 16,0 ársverk fyri hvørjar túsund íbúgvar. Í Føroyum eru tey 15,9 ársverk og Noregi 15,6 ársverk. Í Íslandi eru tey til samanberingar 10,2 ársverk og eru á einum tólvta plássi yvir heilsustarvsfólk fyri hvønn íbúgva.

[px-graph-1]

Um heilsustarvsfólkini á teimum trimum føroysku sjúkrahúsunum verða tald saman, og ársverk knýtt at viðgerðum uttanlands ikki verða tald við, hava Føroyar 13,8 ársverk fyri hvørjar túsund íbúgvar. Tá fara Føroyar afturum Noreg, Malta, Litava og Sveis og eru á einum sætta plássi. 

2,6 læknaársverk fyri hvørjar túsund íbúgvar

Føroyar eru ikki líka langt uppi á stiganum, tá ið umræður læknaársverk og eru at finna á einum sætta plássi. 

Í Føroyum eru 2,6 læknaársverk á sjúkrahúsunum fyri hvørjar túsund íbúgvar ella 2,3 læknaársverk, um viðgerðir uttanlands ikki verða tald við. 

Í Danmark eru læknaársverkini á sjúkrahúsum 3,2 og í Noregi 2,8 fyri hvørjar túsund íbúgvar. Í Íslandi eru tey 2,0.

[px-graph-2]

Noreg og Føroyar eiga flest sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður

Í Føroyum eru ársverkini hjá sjúkrarøktarfrøðingum og ljósmøðrum 8,2 í tali fyri hvørjar túsund íbúgvar. Verða viðgerðr uttlands ikki taldar við eru ársverkini 7,3 í tali. 

Tað er einans Noreg sum hevur fleiri sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður, sum hevur 8,4 fyri hvørjar túsund íbúgvar. 

Tað eru munandi fleiri enn í Danmark, sum er á triðja plássi við 6,4 ársverkum fyri hvørjar túsund íbúgvar. Í Íslandi eru ársverkini 4,7.

[px-graph-3]

Føroyar flest starvsfólk, sum ikki eru heilsustarvsfólk

Á sjúkrahúsunum í Føroyum eru starvsfólk, sum ikki eru heilsustarvsfólk, munandi fleiri enn í hinum londunum. Hesin bólkur fevnir millum annað um leiðslu, læknaskrivarar, fíggjarfólk, samskiftisfólk, sosialráðgevar, kt-fólk, kokkar og køksfólk, húsavørðar, goymslufólk og reingerðarfólk. 

Í Føroyum eru hesi 7,8 ársverk fyri hvørjar túsund íbúgvar. Í Íslandi 5,1 ársverk, í Noregi 4,4 og í Danmark 3,8.

[px-graph-4]

Munandi fleiri um hvørt ársverk í Føroyum enn í øðrum londum

Við at rokna hvussu nógv starvsfólk eru  í mun til ársverk, ber til at siga hvussu nógv starvsfólk eru um at manna eitt ársverk. 

Tað eru fleiri lond, sum bara hava upplýst ársverkini og ikki hvussu nógv starvsfólk eru. Hesi lond eru tí ikki við í samanberingini.

Í Føroyum eru 1,8 starvsfólk um hvørt ársverk hjá einum heilsustarvsfólki. Hetta er hægri enn í øðrum londum. Næst okkum eru Týskland og Ísland har 1,4 starvsfólk manna eitt ársverk. 

[px-graph-5]

Í Føroyum eru tað serliga læknaársverkini á sjúkrahúsunum, sum nógv starvsfólk eru um at manna borið saman við onnur lond. Í Føroyum eru tríggir læknar um at manna eitt læknaársverk. Í Íslandi eru tað 1,4 læknar og í Danmark 1,1 lækni fyri hvørt læknaársverk.

[px-graph-6]

Tað eru eisini fleiri um at manna ársverkini hjá sjúkrarøktarfrøðingum og ljósmøðrum enn aðrastaðni. Í Føroyum eru 1,6 starvsfólk um hvørt ársverk hjá sjúkrarøktarfrøðingum og ljósmøðrum. Næst okkum er Ísland, har 1,4 starvsfólk eru um ársverkið. Í Danmark eru tey 1,2 starvsfólk um hvørt ársverk.

[px-graph-7]

Stutt um uppgerðina

Starvsfólkabólkarnir eru flokkaðir sambært altjóða starvsflokkingini ISCO, International Standard Classification of Occupations, hjá ILO undir Sameindu Tjóðum.

Læknar
fevnir um ISCO-bólkin ‘221 Læknastørv’, herundir ‘2211 Læknaarbeiði’ og ‘2212 Serlæknaarbeiði’

Sjúkrarøktarfrøðingar og ljósmøður
fevna um ISCO-bólkin ‘222 Sjúkrartøktarfrøðingar og ljósmøður’og '3222 Atstøðingar í føðingarhjálp’. Tó er eingin skrásettur undir bólkinum '3222 Atstøðingar í føðingarhjálp’ í Føroyum.

Atstøðingar í sjúkrarøkt
fevnir um ISCO-bólkin ‘3221 Atstøðingar í sjúkrarøkt’. Eingin er skrásettur undir hesum bólki í Føroyum.

Atstøðingar í heilsurøkt
fevnir um ISCO-bólkin '5321 Umsorganararbeiði á stovnum og sjúkrahúsum (øðrum enn røktarheimum)’. Í hesum bólki eru heilsurøktarar, heilsuhjálparar og portørar á sjúkrahúsum.

Onnur heilsustarvsfólk
fevnir um ISCO-bólkar so sum: 325800 Bjargari (sjúkabilviðgeri), 2261 Tannlæknar, 325100 Tannlæknastovuatstøðingar, 263400 Sálarfrøðingar, 226910 Menningarviðgerðar (ergoterapeutar), 226410 Alisviðgerðar (fysioterapeutar), 2265 Kost og føðsluserfrøðingar, 226620 Talulærarar, 311110 Yrkiskønir hjálparar á starvsstovum, 311120 Atstøðingar á starvsstovum, 321100 Tøkningar í røntgen og øðrum viðgerðartólum, umframt 3212 Lívvirknisgreinarar (Bioanalytikarar).

Onnur starvsfólk
fevnir um øll tey størv ið ikki eru flokkaði omanfyri. Hesin bólkur fevnir millum annað um leiðslu, læknaskrivarar, fíggjarfólk, samskifti, sosialráðgevar, maskinfólk, kt-fólk, kokkar og køksfólk, goymslufólk og reingerðarfólk.

Kelda

Keldan til uppgerðina er Lønarskipan landsins og Búskaparskipan landsins hjá Føroya Gjaldstovu. 

Umrokningar

Tal av starvsfólki og ársverk í bólkinum ‘Viðgerð uttanlands’ eru ikki tøk, og tí er kostnaðurin fyri viðgerð uttanlands umroknaður til starvsfólk og ársverk.

Ársverkini hjá konsulentum, sum arbeiða í Føroyum, eru ikki tøk og tí er kostnaðurin á konsulenttænastunum eisini umroknaður til ársverk. Konsulentarnir vóru 201 í tali ella knøpp 26 ársverk í 2022.

PX Web Graph News