Útflutningur av vørum
18. jan 2022
Útflutningurin fyrstu 11 mánaðirnar
Fyrstu 11 mánaðirnar í fjør útfluttu vit fiskavørur fyri 14,3% meir enn somu mánaðir í 2020.
Samlaði útflutningurin var 8,9 milliardir krónur fyrstu 11 mánaðirnar í 2021. Somu mánaðir í 2020 var útflutningurin 7,8 milliardir krónur.
Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, varð útflutt fyri 8,7 milliardir fyrstu 11 mánaðirnar.
Laksaútflutningurin er vaksin 31,3% og var 4 milliardir krónur fyrstu 11 mánaðirnar í 2021.
[px-graph-1]
[px-graph-2]