Kommunu- og tannlæknar
12. Mai 2022
13% fleiri viðtalur hjá kommunulækna í 2021 enn áðrenn Covid-19

Talið av viðtalum hjá kommunulækna í 2021 var knappliga 188 túsund. Av hesum vóru umleið 9 túsund avgreiddar umvegis telefon orsakað av Covid-19 smittuvanda. Stívliga 5 túsund ella 3% av viðtalunum vóru hjá fólki við bústaði uttanlands.

Samanborið við 2019, tað vil siga áðrenn Covid-19, vóru 13% fleiri viðtalur í 2021. Í mun til árið fyri eru viðtalurnar 1% fleiri. 

Samanumtikið eru høvuðstølini fyri 2021:

  • Í miðal vóru 3,4 viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva í landinum. Tá útlendingar eru taldir við, er talið 3,5
  • Konufólk vitja kommulæknar oftari enn menn, har teirra partur av viðtalunum er 56% mótvegis 44% hjá mannfólki
  • Børn í skúlaaldri vitja kommulæknan minst
  • Fólk yvir 70 ár vitja kommulæknan mest, roknað eftir fólkatalinum
  • Flestu viðtalur í dagtíð vóru í Suðuroy og Norðoyggjum
  • Nógv flestu viðtalur fyri hvønn íbúgva vóru í Sandoyarøkinum og fægstu í Suðurstreymi og Suðuroy

Uppgerðin fevnir ikki um fyribyrgjandi ella sonevndar profylaktiskar viðgerðir, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum.

Upplýsingarnar, ið Hagstova Føroya hevur frá Heilsutrygd, fevna um virksemið árini 2016–2021 og lýsa býtið av viðtalum í kommunulæknaskipanini eftir bústaðarøki, vakttíð, aldri og kyni.

Samband við kommunulæknan umvegis telefon ella teldu er heldur ikki roknað við í yvirlitinum. Tó eru viðtalur, avgreiddar umvegis telefon orsakað av Covid-19 smittuvanda, taldar við. Tær vóru 25.000 í 2020 og 9.000 í tali í 2021.

"

Áleið sami títtleiki í øllum økjum, uttan í Sandoyarøkinum

Seta vit talið av viðtalum hjá fólki við bústaði í Føroyum í mun til fólkatalið, svarar tað í 2021 til 3,4 viðtalur fyri hvønn íbúgva í landinum. Í 2019 var tað 3,1 fyri hvønn íbúgva. Í øllum høvuðsøkjum í landinum uttan í Sandoyarøkinum er talið av viðtalum fyri hvønn íbúgva á leið tað sama, millum 3,1 og 3,4 í Suðurstreymi, Suðuroy, Norðstreymi og Eysturoy, og 3,7 í Norðoyggjum og Vágum. Sandoyarøkið skilir seg heilt burturúr, har tað vóru 7,4 viðtalur fyri hvønn íbúgva.

Tað sæst eisini í talvuni omanfyri, at tað eru stórir munir millum bústaðarøkini, um 2019 verður samanborið við 2021. Í Sandoyarøkinum vóru viðtalurnar 64% fleiri, 23% fleiri í Norðoyggjum, 13% fleiri í Eysturoy og 12% fleiri í Suðurstreymi. Í hinum økjunum var bert lítil broyting – í Vágum var ein minking við 4%. Her skal viðmerkjast, at tað hevur stóra ávirkan, at kommunulækni fer úr starvi í einum øki, og í staðin koma skiftandi avloysarar, eins og tað øvugta, tá fastir kommunulæknar koma í starv.

"

Býtið millum vakttíðir

Nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, svarandi til 94% fyri alt landið, fer fram í dagtíð, sum er mánadag til fríggjadag millum kl. 8 og 16. Restin er javnt býtt millum A-vakt, sum í høvuðsheitum er um kvøldarnar, og B-vakt, sum í høvuðsheitum er um næturnar og í vikuskiftinum.

"

Stórir munir millum høvuðsøkini í landinum

Munur er millum høvuðsøkini, tá hugt verður eftir hvussu stórur partur av viðtalunum fer fram í dagtíð og hvussu stórur partur fer fram uttan fyri dagtíð. Serliga skilja Suðuroy og Norðoyggjar seg burturúr við ávikavist 98,5 og 98,4% av viðtalunum í dagtíð, samanborið við eitt nú Suðurstreym, har knappliga 90% vóru í dagtíð ella 10% uttan fyri dagtíð. Hjá útlendingum vóru knappliga 84% í dagtíð og sostatt 16% uttan fyri dagtíð. 

"

Býtið av viðtalum eftir aldri og kyni

Verður hugt eftir viðtalum eftir aldri og kyni, sæst, at stívliga 24 túsund fleiri viðtalur eru við konufólk enn við mannfólk. Býtið er 56% av viðtalunum við konufólk og 44% við mannfólk. Upp til 15 ára aldur er javnt býtt millum kynini, men síðan er størri parturin av viðtalunum við konufólk.

"

Myndin omanfyri vísir stóru økingina í talinum av viðtalum frá 2019 (tað vil siga áðrenn Covid-19) til 2020 og 2021. Økingin er í øllum aldursbólkum oman fyri 10 ár.

Størsti munurin millum kynini er í aldurbólkunum frá 20-árunum upp í 60-árini. Teirra millum er aftur nógv størsti munurin í 20- og 30-árunum.

"

Um talið av viðtalum verður roknað fyri hvønn íbúgva í hvørjum aldursbólki, sæst at fægstu viðtalurnar í 2021 eru hjá børnum í skúlaaldri millum 5 og14 ár við umleið 1,5 fyri hvønn íbúgva. Títtleikin so hækkar líðandi og fer upp um 6 viðtalur fyri hvønn títtleika íbúgva hjá fólki eldri enn 75 ár. Talið av borgarum oman fyri 95 ár er sera lítið, og tí sveiggjar teirra títtleiki av viðtalum nógv fyri hvønn íbúga í hesum aldursbólkinum.


"