Avreiðingar
30. nov 2020
Væl minni av toski avreiddur í ár
Nøgdin er fallin úr 17 túsund tonsum niður í 8,5 túsund tons, sum er ein minking á 50%. Hýsan er minkað ein fimting, meðan um 18% meira av upsa er avreiddur í ár.
Avreiðingarnøgdin tilsamans er minkað nakað í ár í mun til í fjør. Avreiðingarvirðið er minkað ein fimting. Fyri tosk er virðið fallið yvir helvtina og fyri hýsu ein góðan fjórðing í mun til sama tíðarskeið í fjør.
[px-graph-1]
[px-graph-2]
Avreiðingarnøgdin av uppsjóvarfiski veiddur á øllum økjum er tilsamans nakað tann sama sum í fjør. Av svartkjafti er minkingin áleið 9%. Nøgdin av sild er áleið tann sama sum í fjør. Væl meira av makreli er avreiddur higartil í ár í mun til í fjør, smá 17 túsund tons svarandi til ein góðan triðing. Skipini hava higartil í ár fingið áleið tað sama fyri uppsjóvarfiskin í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør – avreiðingarvirðið er økt góð 2%.
[px-graph-3]
[px-graph-4]