Arbeiðsloysi
22. feb 2023
Arbeiðsloysið 0,8% í januar

Arbeiðsloysið er hægst millum tey 25 til 34 ára gomlu og lægst millum tey 45 til 54 ára gomlu.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsloysið var 0,8% í januar, ið svarar til 249 fulltíðararbeiðsleys. Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,0% í januar í 2022, ið svarar til 288 fulltíðararbeiðsleys.

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í januar vóru 284 persónar raktir av arbeiðsloysi.

Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.

[px-graph-1]

Arbeiðloysið 0,8% bæði hjá monnum og kvinnum

Í januar var arbeiðsloysið 0,8% bæði hjá monnum og kvinnum. Tað svarar til 130 fulltíðararbeiðsleysar menn og 119 kvinnur. Sama mánað í 2022 var arbeiðsloysið 1,0% hjá monnum og 0,9% kvinnum.

Gongdin vísir, at arbeiðsloysið millum kvinnur hevur verið størri enn millum menn seinastu tíggju árini. Hesin munurin er tó tódnaður, og nú er lítil og eingin munur millum kynini.

[px-graph-2]

Lægst í Eysturoy og Vágum

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í januar var arbeiðsloysið lægst í Eysturoynni við 0,4% og í Vágum við 0,5%. Í Sandoynni var arbeiðsloysið 2,0%.

[px-graph-3]

Arbeiðsloysið lægst millum tey 45 til 54 ára gomlu

Arbeiðsloysið er lægst millum tey 45-54 ára gomlu við 0,5% og hægst millum tey 25-34 ára gomlu við 1,1%. 

[px-graph-5]

12% eru langtíðararbeiðsleys

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í januar vóru 34 persónar ella 12% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í 2022 vóru 53 persónar ella 16% av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys.

[px-graph-4]

 

Arbeiðsloysi sum hugtak

Arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya og hjá hagstovum í londum kring heimin fylgir allýsingum um arbeiðsloysi hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. 
Eftir allýsingini eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Í mánaðarligu arbeiðsloysisuppgerðini hjá Hagtovu Føroya eru arbeiðsleys tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum og lúka allýsingina omanfyri.

PX Web Graph News