Húski
16. feb 2024
19.300 húski í Føroyum — 15 prosent fleiri enn fyri tíggju árum síðani

Í fjórða hvørjum húski býr bara eitt fólk.

Við ársbyrjan vóru góð 19.300 húski í Føroyum. Tað eru 2.500 fleiri enn fyri tíggju árum síðani. Í sama tíðarskeiði er fólkatalið vaksið við yvir 6.000 fólkum.

[px-graph-1]

Í fjórða hvørjum húski býr bara eitt fólk. Hetta er størsti húskisbólkur.  Av teimum 2.500 húskjunum, sum eru komin aftrat seinastu tíggju árini, er lítil helvt støk húski. Næststørsti húskisbólkur, sum er nærum líka stórur sum tey støku, er húskisbólkurin tvey vaksin uttan børn. Við ársbyrjan vóru tey 4.800 í tali, sum svarar til lítlan fjórðing av øllum húskjunum. Hesir báðir húskisbólkar eru sostatt yvir helvtina av øllum húskjum. Í tveimum triðingum av húskjunum búgva eingi børn.

[px-graph-2]

Lutfalsliga er tað húskisbólkurin við einum vaksnum, sum er vaksin mest seinastu tíggju árini við einum vøkstri á 27 prosentum. 

 

Stutt um húskini 

Húski eru persónar sum hava sama skrásettan bústað í landsfólkaskránni. Húskini verða gjørd upp fyrst í mánaðinum. Talan er um fulla populatión. Talið á persónum í húskjunum er tað sama, sum fólkatalið í Føroyum. Vaksin eru persónar 18 ár og eldri.

PX Web Graph News