Treystital
04. feb 2025
Vinnurnar tykjast bjartskygdari

Konjunkturbarometrið, sum gevur ábending um, hvussu vinna og húsarhald meta búskaparstøðuna vera, hækkar. Tað er serliga tænastuvinnan, sum er vorðin bjartskygdari. Væntanirnar hjá handilsvinnuni eru eisini betri, enn tær hava verið. Hinvegin er byggivinnan tó ikki eins jalig, sum hon hevur verið.

Samlaða konjunturbarometrið er samansett soleiðis, at brúkarin vigar 20 prosent, og vinnan vigar 80 prosent. Í vinnuni er tað tilfeingis- og ídnaðarvinnan, sum vigar mest við 40 prosentum, síðan kemur tænastuvinnan við 30 prosentum og byggivinnan og handilsvinnan við hvør sínum 5 prosentum.

[px-graph-1]

Konjunkturbarometrið er nú 9. Tað er minni enn langtíðarmiðal, sum er 15. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir. Talvan niðanfyri vísir ávísan fyri hvørja konjunkturkanning sær.

[px-graph-2]

Húsarhaldini meta búskaparstøðuna í Føroyum verða verri um eitt ár

Føroysku húsarhaldini eru minni bjartskygd um búskaparstøðuna sum heild í Føroyum, enn tey hava verið seinastu tvey árini. Ávísin fyri brúkaravæntanirnar er nú -12. Men húsarhaldini meta sína egnu fíggjarligu støðu at vera eitt lítið vet betri um eitt ár sammett við í dag. 

[px-graph-3]

Góður fjórðingur fær endarnar júst at røkka saman

28 prosent av spurdu húsarhaldunum siga, at tey fáa júst endarnar at røkka saman. Fyri trimum árum síðani, vóru tað 23 prosent. Sostatt er talið kvinkað eitt lítið sindur upp. 55 prosent siga seg spara nakað upp, meðan fimm prosent siga seg spara nógv upp. Hóast stóran prísvøkstur seinastu árini, eru tað ikki fleiri, ið siga seg mugu læna pening. Átta prosent siga seg brúka av uppsparingini. 

[px-graph-4]

Fer húsarhaldsnýtslan at vaksa?

Nýtsluatferðin hjá føroysku brúkarunum hevur týdning fyri handilsvinnuna, tí brúkarin keypir stóran part av teimum vørum, sum hendan vinnan bjóðar út á føroyska marknaðinum. Hesa ferð eru fleiri, ið siga seg meta ta verða røttu løtuna at gera størri keyp, til dømis húsbúnað og eltól.

[px-graph-10]

Húsarhaldini meta tað sjáldan vera røttu løtuna til bilakeyp, og talið kvinkar eitt lítið vet niður. 

Aðrir spurningar og grafar kunnu finnast á síðuni fyri konjunkturbarometrinum hjá føroysku brúkarunum.

Vónirnar betraðar nakað hjá handilsvinnuni

Tað er møguliga ein lítil glotti at hóma hjá handilsvinnuni. Ávísin veksur úr 4 í 13. Prísirnir hækka ikki eins skjótt, sum teir hava gjørt seinastu trý árini. Handilsvinnan væntar, at sølan komandi árið fer at hækka nakað. Handilsvinnan metir, at arbeiðstørvurin fer at vaksa komandi árið.

[px-graph-5]

Fleiri spurningar og grafar eru at finna á síðuni fyri handilsvinnu og smásølu. 

Byggivinnan ikki eins bjartskygd

Ávísin fyri byggivinnuna minkar úr 31 niður í 16, sum liggur niðan fyri langtíðarmiðalinum á 23. Byggivinnan er viðbrekin mótvegis búskaparligu konjunkturunum. Tað sæst aftur í ávísanum fyri byggivinnuna, ið ger stór sveiggj. 

[px-graph-6]

Byggivinnan svarar, at bíleggingarnar eru færri enn tær hava verið. Byggivinnan metir, at tørvurin á arbeiðsmegi fer at minka komandi árið.

[px-graph-7]

Hesa ferð hava 30 prosent av byggifyritøkunum svarað, at vánaligt veður hevur verið ein framleiðsluavmarking, 16 prosent, sum siga seg ongar avmarkingar hava, meðan 27 prosent siga seg hava fíggjarligar avmarkingar. Spurningar og grafar kunnu finnast á síðuni fyri byggivinnuna.

Tilfeingis- og ídnaðarvinnan ikki eins stúrin meir

Ávísin fyri tilfeingis- og ídnaðarvinnu er hækkaður úr -33 upp í -3. Útlitini fyri framleiðslu komandi árið eru betri. Eisini væntar tilfeingis- og ídnaðarvinnan, at søluprísirnir gerast betri. At framleiðslan fer at vaksa, hongur møguliga saman við, at bíleggingarnar eru fleiri, og at goymslurnar ikki eru eins stórar. Vaksandi virksemi í tilfeingisvinnuni sæst aftur í arbeiðstørvinum.

[px-graph-8]

Føroyska tilfeingisvinnan ávirkast av búskaparligu konjunkturunum úti í heimi, tí størsti parturin av framleiðsluni verður útfluttur. Tað er serliga bíleggingarnar úr útlandinum, ið eru hækkaðar, umframt at fyritøkurnar svara, at útlendski marknaðarlutur teirra er betraður.

Útlitini í tænastuvinnuni eru batnað

Tænastuvinnan letur væl at gongdini seinasta árið. Tær spurdu fyritøkurnar meta, at umsetningurin hevur verið nøktandi. Tænastuvinnurnar eru tó meiri bjartskygdar um framtíðarútlitini. Tað sæst aftur í tørvinum á arbeiðsmegi í føroysku tænastuvinnuni, sum fyritøkurnar vænta fer at vaksa komandi árið.

[px-graph-9]

Finn hesi og onnur nettotøl á temasíðuni fyri tilfeingisvinnurnar og á síðuni fyri tænastuvinnurnar.

 

Stutt um konjunkturbarometrið

Konjunkturbarometrið er ávísar, sum siga nakað um, hvussu brúkarar og vinna meta, at tíðirnar eru. Høvuðsúrslitið úr hesi kanning er treystitalið, sum er eitt roknað tal við støði í vektaðum ávísum frá spurnakanningum fyri teir fýra vinnubólkarnar og spurnakanning fyri brúkarar. Tað er sostatt ikki ein uppgerð av veruligum tølum úr búskapinum, men ein spurnakanning um, hvørjar metingar lyklabólkar í samfelagnum hava av gongdini í búskapinum og um sína egnu fíggjarstøðu, bæði gongdini júst nú og væntanirnar.

Konjunkturbarometrið er samanvigaða vísitalið frá fimm spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár.

Ávísin fyri brúkarakanningina uppgjørdur eftir nýggjum leisti

Í samband við at altjóða handbókin um konjunkturbarometur var dagførd í 2024 eru hesar dagføringar komnar við í hesa útgávu av konjunkturbarometrinum. Spurningarnir eru nú teir somu, sum verða brúktir í øllum londum, ið eru í ECFIN-samstarvinum, og mátin, ið nýttur verður at gera kanningarnar, er eisini tann sami. Tí eru tølini altjóða sambærlig. Enska heitið á konjunkturbarometrinum er Economic Sentiment Indicator (ESI).

Ávísin fyri brúkarakanngina verður roknaður sum miðal av nettotølum í hesum fýra spurningum:

- Hvussu hevur fíggjarliga støðan broytt seg hjá tínum/tykkara húsarhaldi seinastu 12 mánaðirnar?
- Hvussu væntar tú fíggjarliga støðan hjá tínum/tykkara húsarhaldi broytist næstu 12 mánaðirnar?
- Hvussu metir tú gongdin í føroyska búskapinum verður næstu 12 mánaðirnar?
- Væntar tú, at títt/tykkara húsarhald komandi 12 mánaðirnar ger fleiri størri keyp (m.a. møblar, elektroniskir lutir) í mun til seinastu 12 mánaðirnar?

Myndin niðanfyri vísir, hvussu broytingar ávirka tíðarrøðina aftur í tíð. 

PX Web Graph News
Viðm.: Ávísar (en: indicators) liggja í talstrekkinum frá +100 til -100.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Brúkaraávísin er roknaður sum miðal av 4 nettotølum.
Viðm.: Nettotalið liggur í talstrekki frá +100 til -100.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísin er roknaður sum miðal av 3 nettotølum.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísin er roknaður sum miðal av 2 nettotølum.
Viðm.: Nettotalið liggur í talstrekki frá +100 til -100.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísar eru roknaðir sum miðal av 3 nettotølum.
Viðm.: Ávísin (en: indicator) liggur í talstrekki frá +100 til -100. Ávísar eru roknaðir sum miðal av 3 nettotølum.