Útflutningur av vørum
19. Mai 2025
Útflutningurin av makreli vaksin 641 milliónir krónur

Útflutningurin fyri mars er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin fyri tíðarskeiðið apríl 2024 til mars 2025 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.
Fiskavøruútflutningurin er minkaður 97 milliónir krónur, ella 0,8 prosent. Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur aftur, harundir laksur, svartkjaftur, sild og lodna, meðan útflutningurin av flestu øðrum fiskasløgum gongur fram.
Útflutningurin av laksi er minkaður 44,4 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið. Virðið stendur so at siga í stað, meðan nøgdin er vaksin góð 13 prosent.
Útflutningsvirðið av makreli er vaksið 640,9 milliónir krónur, ella 68,2 prosent. Vøksturin stavar fyri tað mesta frá príshækkingum, tí nøgdin er einans vaksin knøpp 9 prosent.
Útflutningurin av fóðri, fiskamjøli og lýsi er samanlagt minkaður við einari knappari milliard krónum.
[px-graph-1]
[px-graph-2]
Talvan niðanfyri vísir útflutningin av fiskavørum skiftan á landaøki. Størsti vøksturin er í útflutningi til "Asia annars" - fyri tað mesta Kina. Útflutningurin til "Evropa annars" er vaksin nærum 214 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Russlands vaksin nærum 200 milliónir krónur. Útflutningurin til Norðuramerika er minkaður nógv. Hetta er fyri tað mesta USA.
[px-graph-4]
Seinastu árini er útflutningurin til ES og Amerika vaksin nógv. Meginparturin av útflutninginum til Amerika er til USA. Útflutningurin til USA er vaksin frá at liggja millum 50 og 100 milliónir krónur um mánaðin árini 2014 til 2021 til nú at liggja millum 100 og 200 milliónir krónur um mánaðin.
Útflutningurin til Asia minkaði nógv undir korona, og liggur nú á sama støði sum undan korona.
Fimm lond keypa vørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Russland, Danmark, Bretland og Spania.
[px-graph-4]