Gistingar
25. feb 2021
20% vøkstur í gistingunum fyrsta mánað í ár

Januarmánaður hildnaðist munandi betur enn sama mánað í fjør

Í januar vóru tilsamans gott 5.500 gistinætur á gistingarhúsunum. Tað eru næstan 900 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

[px-graph-1]

Tað eru gistingarhúsini í Tórshavnarøkinum, sum eiga lutfalsliga størsta partin av gistináttunum.

[px-graph-2]

Talið av gistináttum hjá dønum eru minkaðar 45%. Hjá fólkum úr øðrum londum eru tær minkaðar knapt tveir triðingar. Gistinæturnar hjá føroyingum eru hinvegin meir enn tvífaldaðar.

[px-graph-3]

Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, óansæð hvussu leingi tey gista.

Tølini vísa, at føroyingar vitja meira á gistihúsunum. Í mun til januar í fjør gistu knappliga 1.600 fleiri føroyingar. Tað svarar til ein vøkstur á 145%.

[px-graph-4]

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 persónsgistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

PX Web Graph News