Apoteksvirksemi
19. sep 2022
Mesta heilivágssølan hjá apoteksverkinum er aftur til alivinnuna
Næst eftir hesum er tað, sum verður selt á forskrift, ella resept, til einstaklingar. Tað er ikki vaksið tað stóra hesi árini, úr 80 milliónum krónum í 2002 upp í 94 milliónir krónur 20 ár seinni.
Hinvegin er heilivágssølan til sjúkrahúsini vaksin nógv, úr 13 milliónum krónum í 2002 upp í 86 milliónir krónur í 2021.
Heilivágssølan til landbúnaðin er lítil borin saman við aðrar bólkar. Í 2002 var hon um tvær milliónir krónur og 1,4 milliónir krónur í 2021.
[px-graph-1]
Heilivágssølan til hinar brúkarabólkarnar hevur verið støðug, men ógvisligar broytingar eru í heilivágssøluni til alivinnuna. Hon var heilt niðri á 7 milliónum krónum í 2004, vaks so í stórum næstu tíggju árini til 135 milliónir krónur í 2014. Sølan minkaði so aftur til 49 milliónir krónur í 2018, men er nú aftur vaksin seinastu trý árini til 111 milliónir krónur í 2021.
Heilivágssølan til sjúkuviðgerðarbólkar
Tá tað snýr seg um heilivágssøluna til teir ymisku viðgerðarbólkarnar, ger apoteksverkið hana upp í serstøkum skamtanar- ella dosis-eindum, roknað fyri hvørjar 1.000 íbúgvar fyri hvørt samdøgur.
Her er samanlagdi vøksturin í søluni farin úr 941 skamtum í 2002 upp í 1.587 skamtar í 2021, sum er ein vøkstur upp á 61%. Nógv størsti viðgerðarbólkurin við 39% eru tey, ið fáa heilivág fyri hjarta og blóðrensl. Har eru skamtanir øktir 68%.
Aðrir stórir viðgerðarbólkar eru “Nervalagið”, har vøksturin er 71%, og “Sodningarlag og evnisbroytingar”, har vøksturin er 83%.