Útflutningur av vørum
16. nov 2022
Fiskaútflutningurin vaksin 30 prosent

Tíðarskeiðið januar til september 2022 hava vit útflutt fiskavørur fyri 8,3 milliardir krónur.

Níggju fyrstu mánaðirnar í 2022, varð útflutt fyri 9,1 milliard krónur. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 6,8 milliardir krónur. Hetta svarar til 33% vøkstur. Í talvunum niðanfyri sæst, hvussu broytingin er býtt á einstøku fiskasløgini.

Fiskavøruútflutningurin er vaksin til flestu marknaðir.

Laksaútflutningurin er vaksin 32% og var 4,0 milliardir krónur fyrstu níggju mánaðirnar. Hetta hóast útflutta nøgdin minkaði 7%. Størsti vøksturin í útflutningsvirðinum er til Niðurlond, Kina og Týskland við ávikavist 197, 129 og 106 milliónum krónum. Eisini eru fleiri nýggir marknaðir, har so at siga einki hevur verið útflutt til fyrr enn í ár. Hetta eru eitt nú Baltalond og Ísrael, ið innfluttu laks úr Føroyum fyri ávikavist 40 og 69 milliónir krónur fyrstu níýggju mánaðirnar av 2022. 

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu er vaksið 431 milliónir krónur ella 45%. Nøgdin er vaksin 9%. Størsti vøksturin sæst í útflutninginum til Spania og Bretland við ávikavist 135 og 132 milliónum krónum.

[px-graph-1]

[px-graph-2]

Útflutningurin til Russlands var 36,6 milliónir krónur í september 2022. Hetta er brenniolja og aðrar vørur til russisk skip.

[px-graph-3]

PX Web Graph News