Bústaðartilknýti
22. feb 2024
Lutfalsliga færri hava bústaðartilknýti nú enn fyri 10 árum síðani

94 prosent av fólkinum í Føroyum hava búð og virkað í Føroyum í longri áramál og hava tað, ið vit kalla bústaðartilknýti. Fyri tíggju árum síðani vóru tað 98 prosent, sum høvdu bústaðartilknýti.

Bústaðartilknýti eitt nýtt hugtak

Hagstovan býtir sum er fólkatalið á ríkisborgaraskap og føðiland, men fleiri hava víst á tørvin á einum hugtaki, sum hagfrøðiliga betur og neyvari lýsir persónar, sum í longri áramál hava búð og virkað í føroyska samfelagnum. 

Ein persónur kann til dømis vera føddur í øðrum landi, men hevur annars búð í Føroyum alt lívið. Føðilandið hjá einum persóni lýsir soleiðis ikki, um mann hevur búð og virkað í Føroyum. Nýggja hugtakið 'bústaðartilknýti' hevur til endamáls at lýsa, um ein persónur hevur búð eitt ávíst áramál í Føroyum eina ferð í sínum lívi. 

Ein persónur hevur bústaðartilknýti til Føroya, um hann annaðhvørt hevur búð í Føroyum helvtina av lívinum ella í 7 út av 10 samanhangandi árum eina ferð í lívinum. Hugtakið tekur støði í treytum, sum eru til ríkisborgaraskap í øðrum londum. Les meira um nýggja hugtakið niðast á síðuni. 

94 prosent hava bústaðartilknýti

Meginparturin av fólkinum í Føroyum hevur bústaðartilknýti til Føroya. Minst einaferð í lívinum hava tey verið búsitandi í Føroyum annaðhvørt helvtina av lívinum ella í tilsamans 7 ár av einum 10 ára tíðarskeiði. 

Grafurin niðanfyri vísir, at 94 prosent av fólkatalinum høvdu bústaðartilknýti til Føroya 1. januar í ár. Fyri 10 árum síðani vóru tað 98 prosent, sum høvdu bústaðartilknýti. Í árunum undan 2013 høvdu millum 96 prosent og 98 prosent av fólkinum bústaðartilknýti. Síðani er prosentparturin minkaður støðugt niður í 94 prosent.

[px-graph-1]

Flestu við bústaðartilknýti eru danskir ríkisborgarar 

Talvan niðanfyri vísir bústaðartilknýti skift á danskan og annan ríkisborgaraskap í januar 2024 samanborið við januar 2014. 

98 prosent av teimum, sum í dag hava bústaðartilknýti, eru ikki óvæntað danskir ríkisborgarar. Fyri 10 árum síðani vóru 99 prosent av teimum danskir ríkisborgarar. Lutfalsliga broytingin er sostatt ikki stór millum danskar ríkisborgarar. Hinvegin merkir tað, at lutfallið av øðrum ríkisborgarum við bústaðartilknýti er tvífaldað uppá 10 ár.  

Fyri tey, sum ikki hava bústaðartilknýti, vísir talvan, at ein triðingur hevur danskan ríkisborgaraskap, og tveir triðingar hava annan enn danskan ríkisborgaraskap. Fyri 10 árum síðani var býtið júst tað øvugta. 

m01

 

Persónar við bústaðartilknýti, ið hava annan enn danskan ríkisborgaraskap, tvífaldaðir uppá 10 ár 

Grafurin niðanfyri vísir gongdina av bústaðartilknýttum skift á danskan og annan ríkisborgaraskap. Sum víst varð á, eru flestu av teimum, sum hava bústaðartilknýti danskir ríkisborgarar. 

Talið av persónum við bústaðartilknýti, sum hava annan enn danskan ríkisborgaraskap, er tvífaldað seinastu árini. Vøksturin kemur serliga av ríkisborgarum úr Filipsoyggjunum, Tailandi og Rumenia, sum hava fingið bústaðartilknýti til Føroya. Uppgerðin av fólkatalinum 1. januar vísir, at aftan á danskar ríkisborgarar eru tað serliga filipinskir, íslendskir, tailendskir, rumenskir, norskir og bretskir ríkisborgarar, sum hava bústaðartilknýti til Føroya.

[px-graph-2]

Fleiri uttan bústaðartilknýti hava annan enn danskan ríkisborgaraskap

Stabbamyndin niðanfyri vísir, hvussu býtið av ymisku bólkunum av ríkisborgarum er broytt millum teirra uttan bústaðartilknýti

Í 1995, tá livandi stabbamyndin byrjar, vóru tað í størstan mun danskir ríkisborgarar, sum ikki høvdu bústaðartilknýti til Føroya. Gjøgnum tíðina er talið av øðrum ríkisborgarum uttan bústaðartilknýti vaksið nógv. Bæði aðrir evropeiskir ríkisborgarar enn norðurlendskir og asiatiskir ríkisborgarar uttan bústaðartilknýti eru nú um at vera líka nógvir í tali sum danskir ríkisborgarar uttan bústaðartilknýti. 

Av teimum, sum ikki hava bústaðartilknýti, eru tað 70 prosent, sum hava annan enn danskan ríkisborgaraskap. Fyri tíggju árum síðani vóru tey 42 prosent.

[px-graph-3]

Fleiri uttan bústaðartilknýti flyta nú til Føroya enn við bústaðartilknýti

Síðani 2019 hevur meirilutin av teimum, sum eru flutt til Føroya, ikki havt bústaðartilknýti til Føroya. Tað er lutvíst tí at tað nú eru fleiri uttan bústaðartilknýti, sum flyta til Føroya, og lutvíst tí at tað eru færri við bústaðartilknýti, sum flyta aftur til Føroya.

[px-graph-4]

Persónar uttan bústaðartilknýti eiga nú ein størri part av fráflytingini enn áður

Fyri sløkum 30 árum síðani var tað í allar størstan mun persónar við bústaðartilknýti til Føroya, sum fluttu av landinum. Umleið 90 prosent av øllum, sum fluttu av landunum høvdu bústaðartilknýti. Hendan myndin er broytt nakað seinnu árini. Í 2023 vóru tað um 60 prosent, sum høvdu bústaðartilknýti, og 40 prosent, sum ikki høvdu bústaðartilknýti.

[px-graph-5]

Bústaðartilknýti

Hagstovan býtir sum er fólkatalið á ríkisborgaraskap og føðiland, men fleiri hava víst á tørvin á einum hugtaki, sum hagfrøðiliga betur og neyvari lýsir persónar, sum í longri áramál hava búð og virkað í føroyska samfelagnum. 

Ein persónur kann eitt nú vera føddur í øðrum landi, men hevur annars búð í Føroyum alt lívið. Til dømis eru fleiri av teimum, sum hava búð meginpartin av lívinum í Føroyum, fødd í Danmark, meðan foreldrini vóru undir útbúgving. 

Upplýsingar um ríkisborgaraskap hava eisini sínar avmarkingar. Til dømis kann ein ikki gera mun á ríkisborgarum í ríkisfelagskapinum, tí fólk úr Føroyum, Grønlandi og Danmark hava sama ríkisborgaraskap. 

Føðiland ella ríkisborgarskapur hjá einum persóni lýsa soleiðis ikki, um mann hevur búð og virkað í Føroyum. 

Bústaðartilknýti hevur til endamáls at lýsa, um ein persónur hevur búð og virkað eitt ávíst áramál í Føroyum eina ferð í sínum lívi. Ein persónur hevur bústaðartilknýti til Føroya, um hann annaðhvørt hevur búð í Føroyum helvtina av lívinum ella í 7 út av 10 samanhangandi árum eina ferð í lívinum. 

Áramálið er valt við íblástri úr krøvum, sum verða sett til hvussu leingi ein persónur skal hava verið búsitandi í einum landi, tá søkt verður um ríkisborgaraskap í norðurlondum. 

Av tí at bústaðartilknýti brúkar bústaðarskrásetingar í 10 ára tíðarskeiðum, verður bústaðartilknýtið greinað frá 1995. Tá er fyrsta 10 ára tíðarskeið lokið, eftir at fólkatølini eru tøk frá Landsfólkayvirlitinum frá 1985.

Dømi:

Niðanfyri eru nøkur dømi um, hvussu mann á ymiskan hátt kann fáa bústaðartilknýti til Føroya. 

Tey, sum hava bústaðartilknýti, kunnu antin hava búð í Føroyum í einum samanhangandi tíðarskeiði ella einum ósamanhangandi tíðarskeiði. So leingi sum ein hevur búð í Føroyum í samanlagt 7 ár í einum 10 ára tíðarskeiði ella helvtina av lívinum, so hevur ein bústaðartilknýti. 

Við at búgva sjey av tíggju samanhangandi árum

  • Ein kvinna flytur til Føroya at arbeiða sum 25 ára gomul. Tvey ár seinni velur hon at fara undir útbúgving uttanlands og flytur úr Føroyum. Tá hon er liðug at lesa trý ár seinni, vil hon aftur til Føroya. Hon flytur og endar við at búgva og virka í Føroyum í átta ár. Hóast hon við teimum fyrstu tveimum árunum í Føroyum ikki livdi upp til krøvini til bústaðartilknýti, so endaði hon við at búgva í Føroyum í tilsamans 7 av 10 samanhangandi árum, tá bæði tíðarskeiðini verða tald við. 
     
  • Eitt par í tjúgunum flytur úr Føroyum til Danmarkar at taka útbúgving. Tey hava bæði bústaðartilknýti, tí tey hava búð í Føroyum alt sítt lív. Meðan tey búgva í Danmark, fáa tey eitt barn. Tá barnið er sjey ár og skal í skúla, flyta tey til Føroya at búgva. Parið hevur enn bústaðartilknýti, men tað hevur barnið ikki. Tíðin gongur, og sjey ár seinni, tá barnið er 14 ár, hevur tað bæði búð í Føroyum helvtina av lívinum og í 7 av 10 samanhangandi árum og hevur tá eisini bústaðartilknýti.
     
  • Ein maður flutti úr Póllandi til Føroya at arbeiða fyri níggju árum síðani. Upprunaliga hevði hann arbeiði í eitt hálvt ár, men honum dámdi so mikið væl í Føroyum, at hann longdi avtaluna við arbeiðsgevaran fleiri ferðir. Nú er hann 36 ár og hevur búð og virkað í Føroyum í níggju ár. Hann hevur sostatt bústaðartilknýti, hóast hann ikki hevur føroyskan uppruna. 
     
  • Ein lækni úr Danmark flytur til Føroya at arbeiða í seks ár. Tá tey seks árini eru liðin, flytur hann av aftur landinum, men fýra ár seinni fær hann aftur starv í Føroyum. Tá seks ár eru farin, gevst hann á arbeiðsmarknaðinum og flytur av aftur landinum. Hóast hann í einum tíðarskeiði á 16 ár arbeiddi og búði í Føroyum í 12 ár tilsamans, hevði hann ikki bústaðartilknýti.  

Við at búgva í Føroyum helvtina av lívinum

Fyri at børn undir 10 ár skulu telja við, fáa tey bústaðartilknýti, um tey hava búð helvtina av lívinum í Føroyum. Ein drongur verður føddur í Føroyum og býr har saman við foreldrunum til hann er 4 ár. Tá velja foreldrini at flyta av landinum í arbeiðsørindum. Trý ár seinni flyta tey aftur til Føroya at búgva. Hóast drongurin bara er sjey ár, hevur hann búð í Føroyum helvtina av lívinum og hevur tí bústaðartilknýti til Føroya.

PX Web Graph News