Innflutningur av vørum
18. jan 2021
Innflutningur av olju fyllir minni og húsarhaldsnýtslan fyllir meira

Samlaði innflutningurin fyrstu 11 mánaðirnar í 2020 er áleið tann sami sum árið fyri.

Vit hava innflutt fyri góðar 300 mió. kr. minni av olju í 2020 samanborið við 2019. Hetta kemst av minking í oljuprísinum, tí innflutta nøgdin er vaksin.

Tað, sum vit rokna sum innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er vaksið 11% í ár. Tað er serliga innflutningurin av drúgvum og hálvdrúgvum nýtsluvørurum, so sum innbúgv og hvítvørur, sum er vaksin.

innfl