Gistingar
27. jan 2022
2021 gjørdist eitt gott ár hjá gistingarhúsunum

Talið av gistináttum á føroysku gistingarhúsunum var knappliga 175.000 í 2021. Innskrivingarnar vóru góðar 72.000 í tali. Hetta er tað hægsta, síðan Hagstova Føroya fór undir at skráseta gistingar í 2013. Harvið gjørdist 2021 eitt metár hjá gistingarhúsunum.

Koronufarsóttin ávirkaði gistingarnar nógv í 2020. Gistingarnar á føroysku gistingarhúsunum høvdu ongantíð verið so fáar í tali, síðan Hagstova Føroya fór undir skráseta gistingar í 2013. Nú 2021 er farið afturum, kann staðfestast at stór vend kom í, tí árið gjørdist metár. Øll gistingarmát, tvs. persónsgistinætur, kamarsnætur og innskrivingar, settu met.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista.

[px-graph-1]

Misjavnt í og uttanfyri Tórshavnarøki 

Knappliga 158.000 gistingar vóru á gistingarhúsunum í Tórshavnarøkinum í 2021. Tað er nærum ein tvífalding samanborið við 2020. Bjarta gongdin sæst tó ikki aftur á gistingarhúsunum uttan fyri Tórshavnarøkið. Uttan fyri Tórshavnarøkið vóru knappliga 17.000 gistinætur. Tað er eitt vet hægri enn í 2020, men langt frá stignum undan koronufarsóttini.

[px-graph-2]

Ferðafólk úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark vaks lutfalsliga nógv

Talið av ferðafólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark, sum gistu á gistingarhúsunum, meira enn tvífaldaðist í fjør í mun til í 2020. Gistingarnar hjá hesum ferðafólkum eru tó framvegis nærum helvtina færri í tali samanborið við í 2019. Næturnar hjá ferðafólki úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark vóru í fjør góðar 46.500 í tali samanborið við knapt 85.500 í 2019.

Danir gistu eisini meira á føroysku gistingarhúsunum í fjør. Gistinæturnar hjá dønum vóru góðar 70.000 í fjør og tað er met. Tað svarar til ein vøkstur á knøpp 80% í mun til árið fyri.

Føroyingar vitjaðu gistingarhúsini eisini meira í fjør enn nakrantíð. Næturnar vóru góðar 57.500 í tali. Tað svarar til ein vøkstur á góð 80% samanborið við 2020.

[px-graph-3]

Gista serliga í samband við frítíðarferðir 

Um hugt verður at býtinum av innskrivingum millum frítíðarferðir og starvsferðir, sæst at tað eru serliga fólk, sum eru á frítíðarferð, sum vitja gistingarhúsini. Í fjør vóru innskrivingarnar í sambandi við frítíðarferðir fleiri enn 50.000 í tali. Hetta er eisini met. Hetta er meira enn ein tvífalding í mun til 2020 og næstan 5.000 fleiri enn í 2017, tá tað var hægst. Talið av starvsferðum vaks eitt sindur aftur í 2021. Men enn resta gott 8.000 í at koma á stigið í 2019, tá tað var hægst við gott 30.100.

[px-graph-4]

 

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 persónsgistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

PX Web Graph News