Smásøluvísitøl
26. mar 2021
Sølan av klædnavørum og fótbúnaði vaksin 20%

Keypihugurin hjá føroyingum er ikki neiliga ávirkaður av koronu

Keypihugurin hjá føroyingum er ikki neiliga ávirkaður av koronu – heldur hinvegin benda tølini á, at handlar innan smásølu hava havt úr at gera.

Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu av trimum vørubólkum er gjørdur upp fyri 4. ársfjórðing í 2020. Tølini eru býtt í vørubólkarnar 'matur og alkoholfríar drykkjuvørur', 'klædnavørur og fótbúnaður' og 'húsbúnaður og húsarhaldsútgerð'.

Nýggjastu hagtølini fyri smásølu vísa, at føroysku húsarhaldini hava økt munandi um keypið av vanligu gerandisvørunum í 2., 3. og 4. ársfjórðingi í fjør samanborið við somu ársfjórðingarnar í 2019. Greið tekin eru harvið um, at nýtslumøguleikin og keypihugurin ikki hava latið seg ávirka neiliga í tíðini við koronu.

Fyri 'matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur' var umsetningurin 11% hægri í 4. ársfjórðingi 2020 í mun til sama tíðarskeið í 2019. Fyri alt 2020 hevur vøksturin í umsetningi fyri hendan vørubólkin verið óvanliga stórur – í miðal hevur vøksturin verið knøpp 14% fyri alt 2020 samanborið við 2019. Prísir á 'mati og alkoholfríum drykkjuvørum' eru í miðal øktir 0,7% frá 4. ársfjórðingi í 2019 til sama tíðarskeið í fjør.

Smásøluvísutalið - Matur og alkoholfríar drykkjuvørur

Økta sølan samanborið við undanfarna ár heldur eisini fram fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð. Í 4. ársfjórðingi 2020 var umsetningurin 15% hægri samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Fyri 2. og 3. ársfjórðing 2020 var umsetningurin ávikavist 11% og 16% hægri enn somu tíðarskeið árið fyri. Prísir á húsbúnaði og húsarhaldsútgerð eru at kalla óbroyttir frá 2019 til 2020, ið merkir at mongdin ev hesum vørum er samsvarandi økt.

Smásøluvísitalið - Húsbúnaður og húsarhaldsútgerð

Størsti vøkstur var tó fyri klædnavørur og fótbúnað, har var umsetningurin heili 20% hægri 4. ársfjórðing 2020 í mun til sama tíðarskeið árið fyri.

Um føroyingar keyptu sær meira jólastás til jóla 2020 enn til jóla 2019, siga tølini onki um, men korona hevur millum annað havt við sær, at møguleikar at keypa jólagávur uttanlands hava verið munandi skerdir í 2020 í mun til undanfarin ár. Hetta er ivaleyst ein orsøkin til , at innanlands sølan í mun til sama tíðarskeið í 2019 er økt so mikið. 

Smásøluvísitalið - Klædnavørur og fótbúnaður

 

Samlað sæð er innanlands eftirspurningurin eftir mati og alkoholfríum drykkivørum, klædnavørum og fótbúnaði, og húsbúnaði og húsarhaldsútgerð í miðal vaksin stívliga 10% frá 2019 til 2020. Frá 2010 til 2019 er umsetningurin í miðal øktur við 3% um árið fyri allar vørubólkarnar. Vøksturin á smásølu er tískil meira enn trífaldaður frá 2019 til 2020 í mun miðalvøkstur árini undan.