Brúkaraprístal
24. jun 2025
Prísvøksturin er nú 0,7 prosent

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Sostatt er brúkaraprístalið eitt mát fyri prísvøkstur í Føroyum, sum eisini verður nevnt inflatión. Nýggjasta uppgerðin er fyri maimánað í ár.
[px-graph-8]
Lakari prísvøkstur seinasta árið
Prísvøksturin frá mai 2024 til mai 2025 var 0,7 prosent. Prísirnir hækka við lægri ferð, enn teir hava gjørt seinastu fýra árini. Hóast prísvøksturin er minkaður seinasta árið, kann tað kennast øðrvísi fyri húsarhaldini, tí prísirnir eru hækkaðir 20 prosent seinastu fimm árini.
[px-graph-1]
Misjøvn prísgongd
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Av teimum telja matur og drykkjuvørur mest í samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi. Tað eru eisini prísirnir á mati, sum toga prísvøksturin mest upp.
Hinvegin eru aðrar vørur og tænastur, ið tálma prísvøkstrinum. Rentuútreiðslurnar eru lækkaðar nógv, umframt at prísurin á brennievni at hita býli er næstan tíggju prosent lægri. Prísirnir á klæðum og skóm eru lækkaðir meir enn trý prosent seinasta árið. Prísirnir á heilsu og flutningi eru lækkaðir eitt lítið vet.
[px-graph-2]
Prísirnir á rúsdrekka og tubbaki eru hækkaðir næstan fimm prosent. Prísirnir fyri at gista á hotelli og at eta á matsovu eru hækkaðir góð sjey prosent.
Matvørurnar dýrka framvegis
Í mai 2025 vóru mat- og drykkjuvørur sløk fimm prosent dýrari enn sama mánað í fjør. Seinastu fimm árini eru mat- og drykkjuvørur dýrkaðar næstan 30 prosent.
[px-graph-3]
Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at tað serliga eru kjøtvørur, ið eru dýrari. Prísvøksturin á kjøti er meri enn tíggju prosent. Av kjøtvørum er tað lambskjøt, sum er dýrkað mest, men neytakjøt er eisini dýrkað. Hinvegin er prísurin á fiskavørum lækkaður nakað seinasta árið.
[px-graph-4]
Eisini hava søtu mat- og drykkjuvørurnar havt prísvøkstur seinasta árið. Kaffi, te og kakao er dýrkað næstan 22 prosent.
Orka og rentur tálma vøkstrinum
Prísirnir á nýtsluni hjá húsarhaldunum til býli eru í miðal lækkaðir næstan fimm prosent frá mai í 2024 til mai í 2025.
[px-graph-7]
Miðalrentan er lækkað næstan 19 prosent seinasta árið, og tað togar prísvøksturin niður. Brennioljuprísurin er sløk tíggju prosent lægri sammett við mai í 2024. Hinvegin er prísurin á húsaleigu hækkaður tíggju prosent.
[px-graph-9]
Lakari prísvøkstur enn í ES-londunum
Árligi prísvøksturin í Føroyum er lakari enn miðalprísvøksturin fyri ES-lond, sum er 1,9 prosent. Prísvøksturin í Finnlandi er enn lakari — hann er 0,5 prosent. Prísvøksturin er lakastur í Svøríki, har hann er 0,2 prosent. Prísvøksturin í Danmark er 1,6 prosent. Størstur er prísvøksturin í Íslandi, har hann er 3,8 prosent. Í Noregi er prísvøksturin 3,0 prosent.
[px-graph-6]
Í hesi samanberingini skal leggjast upp fyri, at brúkaraprístalið fyri ES-londini er gjørt við støði í evropeiska harmoniseraða brúkaraindeksinum HICP, sum merkir, at prísbroytingar fyri húsaleigu ikki eru við.
Stutt um brúkaraprístalið og prísvøkstur
Prísvøkstur ella inflatión er eitt mát fyri, hvussu nógv brúkaraprístalið er hækkað. Brúkaraprístalið mátar prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Tað merkir, hvussu nógv húsarhaldini skulu rinda fyri tær vørur og tænastur, sum tey keypa. Um árligi prísvøksturin er fimm prosent, so skal ein rinda 105,- krónur fyri at keypa somu vørur og tænastur, sum ein kundi keypa fyri 100,- krónur árið frammanundan.
Tá prísvøksturin er stórur, verður peningurin í roynd og veru minni verdur, tí tú fært færri vørur og tænastur fyri somu upphædd. Tað merkir, at keypiorkan hjá húsarhaldunum minkar, um inntøkan ikki veksur eins nógv.
Prísirnir á vørum broytast ymiskt yvir tíð, og vektargrundarlagið er avgerandi fyri, hvussu stóra ávirkan prísbroytingarnar í teimum ymsu vørubólkunum hava á brúkaraprístalið.
Hagstovan ger mánaðarliga uppgerð av brúkaraprístalinum fýra ferðir árliga – í februar, mai, august og november. Uppgerðin verður gjørd eftir altjóða leisti, sum ger tað møguligt at bera saman prísbroytingar við uppgerðir av prísbroytingum hjá øðrum londum, ið framleiða brúkaraprístalið eftir sama altjóða leisti.
Tað finnast eisini onnur vísitøl fyri prísgongd, m.a. fyri vørur og tænastur framleiddar til annað enn endaliga húsarhaldsnýtslu og tann sonevndi BTÚ-deflatorurin, ið er mát fyri samlaðu prísgongdina á øllum vørum og tænastum framleiddar í einum búskapi. Brúkaraprístalið er sostatt eitt av fleiri mátum fyri inflatión í einum búskapi.