Brúkaraprístal
15. apr 2021
Brúkaraprísirnir í miðal øktir 1,1 prosent seinasta árið

Brúkaraprísirnir fyrsta ársfjórðing vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til fjórða og sama ársfjórðing í fjør. Í mun til fjórða ársfjórðing í fjør er brúkaraprístalið økt 1,3 prosent, og í mun til sama ársfjórðing í fjør eru brúkaraprísirnir í miðal øktir 1,1 prosent.

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.

Av hesum 12 vøru- og tænastubólkunum, eru prísir innan býli, gistingarhús og matveitarar og útbúgving minkaðir hetta seinasta árið, meðan millum annað prísir á klæðum og akførum eru øktir. Brúkaraprístalið fyri 1. ársfjórðing í ár er 123,2, sum er 1,3% hægri enn brúkaraprístalið fyri 4. ársfjórðing í fjør og 1,1% hægri í mun til 1. ársfjórðing 2020.

"

Kvartárliga uppgerðin av brúkaraprístalinum tekur støði í prísum fyri miðjan ársfjóðringin, t.v.s. seinasta uppgerðin vísir prísir mitt í februar, og nú korona hevur leikað á í meira enn eitt ár, eru fýra kvartárligar prístalsuppgerðir tøkar í korunu-tíðini. 

Í umleið 3 ár innan korana rakti allan heimin lá árliga broytingin í samlaða prístalinum í Føroyum og aðrastaðni í Evropa millum umleið 1 til 2 prosent. Í tíðini við korona er árliga broytingin í samlaða brúkaraprístalinum minkað lutfalsliga nógv, men nú útlit eru til, at endin á farsóttinini er í nánd, er samlaða brúkaraprístalið farið upp og árliga broytingin liggur oman fyri 1 prosent aftur.

"

Høvuðsorsøkin til minni vøkstur í samlaða brúkaraprístalinum í tíðini við koronu í mun til 2-3 ár innan korona, hevur verið fallið í altjóða oljuprísinum. Í fýra teimum seinastu uppgerðunum sæst týðiliga ávirkanin, ið stóra minkingin í altjóða oljuprísinum hevur havt á prísin á brenniolju til húsarhald. Brenniolja er lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi og hevur tí eisini lutfalsliga stóra ávirkan á brúkaraprístalið.

"

Myndin niðanfyri vísir, hvussu stóra ávirkan prísbroytingar innan ymsu vøru- og tænastubólkarnar hava á samlaða brúkaraprístalið, tá lagt verður upp fyri, hvussu nógv vit keypa av ymsu vørunum og tænastunum. Myndin vísir, at vørur og tænastur innan bólkarnar býli og hotel og matveitarar framvegis eru lægri í mun til fyri einum ári síðan, meðan prísir á vørum og tænastum innan allar aðrar vøru- og tænastubólkar í miðal eru hægri og geva harvið positivt vaksrarískoyti á samlaða prístalið. So hóast prísir á brenniolju til húsarhald, ið er partur av býlisútreiðlsum, framvegis er lægri enn fyri einum ári síðan, so eru príshækkingar á flestu øðrum vørubólkum viðvirkandi til, at samlaða prístalið er farið 1,1% upp eftir einum ári. Av einstøku útgreinaðu vørunum í prístalinum er talan serliga um príshækking av akførum, sum partur av vørubólkinum ‘Flutningur’.

"