Almennar útreiðslur
04. okt 2023
Almennu útreiðslurnar hægri í 2022 enn undanfarin ár

Almennu útreiðslurnar vóru 12 milliardir krónur í 2022. Í útgreiningini av útreiðslunum sæst millum annað, at slakar tvær milliardir krónur vóru nýttar innan 'aldurdóm' og 1,4 milliardir vóru nýttar innan 'flutning'.

Eftir eitt ár við minking í almennu útreiðslunum, øktust útreiðslurnar í 2022 2,7 prosent sammett við 2021. Almennu útreiðslurnar vóru góðar 12 milliardir krónur í 2022, sum er 300 milliónir krónur hægri enn í 2021.

[px-graph-1]

Almennu útreiðslurnar verða býttar á tíggju yvirskipað virkisøki. Flestu útreiðslurnar eru til 'almannavernd' sum millum annað fevnir um útreiðslur í samband við aldurdóm, familju og børn, sjúku og avlamni og arbeiðsloysi. Útreiðslurnar til 'almannavernd' vóru góðar 4,3 milliardir krónur í 2022. Næstflestar eru útreiðslurnar innan virkisøkið 'búskaparviðurskifti', har undirbólkurin 'Flutningur' telur sløk 70 prosent. Útreiðslurnar til 'búskaparviðurskifti' vóru góðar tvær milliardir krónur í 2022 harav 1,4 milliardir krónur vóru til 'flutning'.

[px-graph-2]

Tvey virkisøki eru, sum ikki hava fingið lut í øktu útreiðslunum. Útreiðslurnar til 'Heilsu' og til 'Lóg og trygd' eru minkaðar ávikavist 106 og 29 milliónir krónur samanborið 2021.

Raðfesta undirstøðukervi í góðum tíðum

Í Føroyum verður lutfalsliga stórur partur av almennu útreiðslunum brúktur til 'flutning' samanborið við grannalondini. Útreiðslurnar til 'flutning' hava talt millum 6 og 14 prosent av samlaðu almennu útreiðslunum í tíðarskeiðinum 1998 til 2022, og tað eru serliga útreiðslur til vegir, tunlar, havnir og skip, sum gera sveiggini. Seinast í hálvfemsunum og í árunum eftir fíggjarkreppuna hevði 'flutningur' lægri raðfesting.

[px-graph-3]

Undirsjóvartunlar ella berghol

Tá útreiðslurnar til undirsjóvartunlar minka, vaksa útreiðslurnar til vegir og berghol. Líkt er til, at størri útreiðslur til vegir og berghol hava ligið á láni í teimum tíðarskeiðum, útreiðslurnar til undirsjóvartunlar hava verið størst. Útreiðslurnar til vegir, berghol, havnir og skip vaksa slakar 250 milliónir krónur í 2022 samanborið við 2021.

[px-graph-4]

Stutt um almennu útreiðslurnar

Almennu útreiðslurnar eru gjørdar upp eftir COFOG (Classification of the Functions of Government), sum er ein altjóða flokking av almennum útreiðslum skiftar á virkisøki og geira, so hagtølini eru sambærlig við onnur lond.

PX Web Graph News