Lønargjaldingar
14. jul 2022
950 milliónir í lønum í juni — sama ferð á lønargjaldingunum sum undan koronu

Knappar 950 milliónir krónur vóru útgoldnar í lønum í juni. Tað eru slakar 80 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Vøksturin er góð 9%.

Lønargjaldingarnar fóru spakuliga at vaksa aftur á heysti í 2020, men hava ikki havt somu ferð sum undan koronu. Nú eru ábendingar um, at vøksturin er tiltakandi og hevur somu ferð, sum áðrenn koronufarsóttin rakti. Tað vísir trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum mánað fyri mánað.

[px-graph-1]

Ferð komin á vøksturin bæði hjá monnum og kvinnum

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin í lønargjaldingunum.

Tá koronufarsóttin rakti í 2020 kom stígur í vøksturin í lønargjaldingunum hjá monnunum. Hjá kvinnunum varð vøksturin avtakandi, men vøksturin steðgaði ikki upp, sum hjá monnunum. Nú er ferð komin á vøksturin bæði hjá monnum og kvinnunum.

Í juni áttu menninir  576 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 61% av útgoldnu lønunum. Tað eru 48 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 371 milliónir, sum eru 32 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

[px-graph-2]

Gongdin ymisk í vinnugreinunum

Lønargjaldingarnar í 'almennari o.a. tænastu' eru vaksnar við rættiliga javnari ferð seinastu tvey árini. Í 'privatu tænastuvinnunum' fóru lønirnar aftur at vaksa í 2021. Lønirnar vaksa framvegis, men seinasta hálva árið eru lønirnar ikki vaksnar við somu ferð sum í 2021.

[px-graph-3]

Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' eru lønargjaldingar minkaðar síðani 2020, men nú vísir trendurin, at lønargjaldingarnar ikki minka longur og vøkstur hómast.

[px-graph-4]

Lønirnar tilsamans seinastu tólv mánaðirnar 

Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinastu tólv mánaðirnar taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri. Ein serliga lutfalsliga stórur vøkstur sæst í innan gistihús og matstovuvirki, har vøksturin seinasta árið er knøpp 30% samanborið við undanfarna skeið.

[px-graph-5]

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News